Í fátækraváða fleiri ár á rað

Lívsgongdin hjá teimum flestu er soleiðis, at inntøkan kann sveiggja munandi. Til dømis kunnu fólk í útbúgving hava lítla inntøku, og eftir lokna útbúgving veksur inntøkan. Somuleiðis minkar inntøkan ofta, tá fólk gevast á arbeiðsmarknaðinum. Eitt skifti við arbeiðsloysi ella sjúku, sum hevur við sær minni arbeiðsvirkni, ávirkar sjálvandi eisini inntøkuna, og soleiðis kunnu nógv viðurskifti í livinum hava við sær eina tíð við lítlari inntøku.
Hyggja vit eftir gongdini seinastu trý uppgjørdu árini 2014-2016 og somuleiðis eftir fimm tey seinastu uppgjørdu árini 2012-2016, vóru ávikavist 2.277 og 1.165 fólk, sum øll árini hava verið í fátækraváða, tvs. høvdu eina inntøku, sum lá undir roknaða fátækraváðamarkinum øll árini. Talið á fólki í kanningunum øll árini liggur um 47.000, og svarar tað soleiðis ávikavist til á leið 4% og 2%, sum liggja undir fátækraváðamarkinum fleiri fylgjandi ár.