Prísir á tænastuveitingum hjá Hagstovu Føroya

Hagstova Føroya almannakunnger í høvuðsheitum hagtøl á heimasíðuni.

Nógv venda sær tó til Hagstovuna eftir upplýsingum - bæði slíkum, sum longu eru almannakunngjørdir og slíkum, sum ikki hava verið frammi fyrr. Gjald verður tikið fyri arbeiði av fyrispurningum. Slíkar, sum vit kunnu svara í telefon í eini handavending, taka vit tó ikki gjald fyri.

Veitingar av hagtalsuppgerðum, sum ikki finnast tøkar í hagtalsgrunninum á heimasíðuni, kunnu krevja serliga uppseting ella samanseting av hagtølum. Kravfesting og tíðarnýtsla verða avtalað. Tímaprísurin fyri seruppgerðir er 780 kr. Tíðarnýtsla liggur til grund fyri kostnaðinum fyri veitingina. Verður sama uppgerð veitt fleiri ferðir ella fleiri brúkarum, verður tíðarnýtslan minni pr. veiting og gjaldið tí lægri fyri hvørja veiting.

Hagstovan kann eisini veita greiningar, forsagnir og aðrar sertænastur móti gjaldi. Kravfesting og tíðarnýtsla verða avtalað eftir tørvi. Tímaprísurin fyri tílíkar sertænastur er 920 kr.

Prísir:
Tímagjald fyri seruppgerðir (min. hálvur tími kr. 390,-) kr. 780
Tímagjald fyri sertænastur kr 920