Arbeiði

Arbeiðsfjøld

Arbeiðsfjøld er eitt altjóða mát, sum telir partin av fólkinum millum 15-74 ár, ið kunnu veita arbeiðsmegi til arbeiðsmarknaðin til framleiðslu av vørum og tænastum. Arbeiðsfjøldin fevnir um tveir bólkar, arbeiðsvirkin og arbeiðsleys.

  • Arbeiðsvirkin eru persónar, sum arbeiða fyri løn ella vinning (sum pening ella vøru), eru fyribils úr arbeiði ella arbeiða fyri seg sjálvan.
  • Arbeiðsleys eru persónar, sum eru uttan nakað arbeiði, eru fult tøk fyri arbeiðsmarknaðin og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Við øðrum orðum fevnir arbeiðsfjøldin um løntakarar, sjálvstøðug vinnurekandi og arbeiðsleys.

Persónar uttan fyri arbeiðsfjøldina eru restin av teimum 15-74 ár gomlu, sum hvørki eru arbeiðsvirkin ella arbeiðsleys.

Arbeiðsfjøldin verður gjørd upp einaferð árliga í novembur.

Arbeiðsloysið 

Arbeiðsleys eru persónar, sum eru uttan nakað arbeiði, eru fult tøk fyri arbeiðsmarknaðin og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Arbeiðsleys eru persónar millum 16-66 ár, sum eru skrásettir sum arbeiðsleysir hjá ALS og Almannaverkinum.

Tvey mát verða brúkt at gera arbeiðsloysið upp: fulltíðararbeiðsloysi og rakt av arbeiðsloysi:

  • Rakt av arbeiðsloysi: Tal á persónum, sum hava verið arbeiðsleysir 1 dag ella meira í mánaðinum.
  • Fulltíðararbeiðsloysi: Av tí at øll ikki eru arbeiðsleys allar dagar í mánaðinum, verða tey sum eru rakt av arbeiðsloysi umroknað til fulltíðararbeiðsleys. Tá er tað Tal av ttímum, ið persónar hava verið arbeiðsleysir, ið er avgerandi.

Arbeiðsloysisprosent verður roknað sum fulltíðararbeiðsloysið í mun til støddina á arbeiðsfjøldini.

Á arbeiðsmarknaðinum og uttanfyri

Í hagtalsgrunninum hjá Eurostat eru samanberiligir supplýsingar um hvussu fólkið er skift eftir støðu teirra á arbeiðsmarknaðin, arbeiðsvirkin, arbeiðsleys (ið tilsamans mynda arbeiðsfjøldina) og tey, sum eru vinnuliga óvirkin, t.v.s.uttan fyri arbeiðsmarknaðin. Samanberiligir upplýsingar fyri Føroyar eru at finna í hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni.

Løntakarar
Løntakarar er talið av føroyskum løntakarum millum 16 og 74 ár, sum fáa løn um samtíðarskattaskipanina. Føroyskur løntakari merkir í hesum føri, at hann hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin.
Sum løntakarar verða tald tey, sum í einum mánaða fáa eina lønarupphædd útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eini dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólkifrá einari føroyskari ella útlendskari fyritøku.
Sum lønarútgjøld verða bara taldar upphæddir, sum eru løn fyri útint arbeiði.
Av tí at útgjaldingar hjá serliga sjófólki kunnu vera óregluligar, telja vit fólk sum løntakarar, hóast tey onga løn fáa í ein ella tveir mánaðar, um tey so aftur fáa løn mánaðan eftir. Somuleiðis verða tey tald uppí, sum fara úr arbeiði vegna barsilsfarloyvi ella sjúku.