Árstíðarjavning

Árstíðarjavning er ein nógv nýttur máti at eftirviðgera hagtøl, sum sveiggja regluliga eftir árstíðini. Hagstovan nýtir eisini henda mátan til at finna rákið í eitt nú veiðihagtølum og arbeiðsloysishagtølum. Her verður hugtakið lýst nærri.

Árstíðarsveiggj

Tá hagtøl verða uppgjørd í tíðarrøðum, kann tað ofta vera torført at taka dagar ímillum, um tølini vísa ein vøkstur ella eina minking, tí nógv 'óljóð' kann vera í meira og minni tilvildarligum sveiggjum. Hetta er ein trupulleiki, tí oftast er tað júst hvønn veg rákið vendir, sum er tað avgerandi at vita hjá t.d. politikarum og øðrum, sum skulu taka avgerðir við støði í tølunum.

Regluligt sveiggj sæst til dømis í MVG-umsetninginum hjá landbúnaðarvinnuni.

Vit síggja á myndini, at á hvørjum ári er minsta talið í januar ársfjórðingi og tað størsta í oktober ársfjórðingi. Umframt hetta sæst eisini eitt týðuligt mynstur í sveigginum.

Arbeiðsloysið er annað dømi, ið eisini hevur lyndi at sveiggja við árstíðini.

 

Myndin vinstrumegin vísir eitt tíðarskeið upp á 6 ár, meðan tann seinna myndin bert vísir tað frámerkta 10-mánaðarskeiðið frá juni 1999 til mars 2000.

Tað er eyðsýnt á myndini vinstrumegin, at arbeiðsloysið yvirhøvur er minkandi mestsum alt tíðarskeiðið. Eftir myndini høgrumegin at døma er hinvegin líkt til, at arbeiðsloysið er vaksandi, m.a. síggja vit ein bráðan vøkstur um ársskiftið 1999/2000. Men tað hendir á hvørjum ári, at arbeiðsloysið fer nakað upp frá desember til januar, so skulu vit tí meta um, hvussu stórt tað veruliga arbeiðsloysið í tíðarskeiðnum er, mugu vit leggja upp fyri hesum regluliga skifti. Vit kunnu siga, at tær vanligu árstíðarbroytingarnar káma myndina av, hvussu tíðirnar veruliga eru. Tað er tí neyðugt at árstíðarjavna.

Serliga tveir mátar eru í seinastuni nógv nýttir víða hvar, helst tí at hetta eru teir einastu mátarnir, sum evropiski hagstovnurin

EUROSTAT mælir til at nýta. Teir eru X12-ARIMA (X12A), sum er mentur hjá amerikanska fólkateljingarstovninum, og TRAMO/SEATS (T/S), sum spanski tjóðbankin hevur ment. Tað er ikki stórur munur á, hvussu X12A og T/S virka, men fyrimunir og vansar eru við báðum. Høvuðsmunirnir eru, at X12A roynist nakað betri við styttri tíðarrøðum og hevur fleiri møguleikar at stilla, hvussu árstíðarjavningin verður gjørd, meðan T/S roynist betri til sjálvvirkandi koyringar og gevur færri leivdir av árstíðarsveiggi í tí lidna úrslitinum. T/S broytir eisini minni upp á eldri tøl, so hvørt sum nýggj tøl leggjast aftrat tíðarrøðini.

Hagstovan hevur higartil nýtt X12A og X11 (sum var tann undanfarna skipanin), tí hesar skipanir vóru nógv nýttar yvirhøvur. Síðani T/S er komið fram, hava vit samanborið mátarnar, og eru komin eftir, at T/S í summum førum roynist betri. Høvuðstrupulleikarnir við X12A hava verið, at tey 'regluligu' sveiggini í so lítlum hagtalsøki og búskaparøki, sum Føroyar eru, ikki eru tað reglulig kortini, og hetta ger viðhvørt, at X12A ikki klárar at árstíðarjavna, uttan brúkarin fyrst hevur stillað upp á nógvar av parametrunum. Av tí at tað kann tykjast óheppið at 'lirka' við tøl, sum vísa eina týdningarmikla gongd, hava vit valt heldur at nýta T/S, sum roynist stak væl uttan nakrar stillingar. Tað mugu tó í minsta lagi 5 ár av mánaðarligum tølum til, áðrenn skipanin kann tekkja árstíðarmynstrið nóg væl til at kunna gera eina nýtiliga árstíðarjavning.

Til at gera útrokningarnar, nýtir Hagstovan telduforritið Demetra, sum EUROSTAT mennir, og sum kann heintast fyri einki her http://forum.europa.eu.int/irc/dsis/eurosam/info/data/demetra.htm