Dátubrot í tíðarrøðini við arbeiðsloysisprosentum

Í sambandi við tey nýggju arbeiðsfjøldartølini, sum m.a. vóru úrslitið av arbeiðsfjøldarkanningini í november 2005, hevur verið neyðugt við smávegis umleggingum í arbeiðsloysishagtølunum. Orsakað av hesum eru arbeiðsloysisprosentini frá og við november 2005 ikki púra sambærlig við tey undanfarnu, vit hava fingið tað vit nevna eitt dátubrot. Her verður greitt eitt sindur nærri frá broytingini.

Á myndini omanfyri er dátubrotið víst. Tað sæst, at hóast arbeiðsloysið vaks 0,1%-stig frá oktober til november 2005, so minkaði tað roknaða arbeiðsloysisprosentið 0,1%-stig sama tíðarskeið. Minkingin var sostattt ikki verulig, men komst bert av, at arbeiðsloysisprosentið frá november 2005 varð roknað av teimum nýggju arbeiðsfjøldartølunum.

Nýggj arbeiðsfjøldartøl

Arbeiðsloysisprosentið verður roknað sum talið av fulltíðar-arbeiðsleysum í prosent av arbeiðsfjøldini. Inntil november 2005 var hetta talið roknað sum fulltíðararbeiðsloysið í mun til eina meting av, hvussu stór tann føroyska arbeiðsfjøldin er. Tá vit í november 2005 fingu betri arbeiðsfjøldartøl, varð lagt um til at rokna arbeiðsloysisprosentið av teimum nýggju arbeiðsfjøldar-tølunum. Hetta hevði við sær, at arbeiðsloysisprosentið kom at liggja eitt vet lægri (umleið 0,18 prosentstig), tí arbeiðsfjøldin - øll tey ið annaðhvørt hava ella leita eftir arbeiði - vísti seg at vera heldur størri, enn áður mett.

Tíðarrøðin við fulltíðararbeiðsleysum framvegis óslitin

Tað eru bert prosentini, sum eru ósambærlig tvørtur um mánaðarskiftið oktober/november 2005. Tølini fyri fulltiðararbeiðsloysið eru framvegis sambærlig og geva eina samanhangandi mynd av, hvussu tann mánaðarliga gongdin í arbeiðsloysinum hevur verið í meira enn 10 ár upp í røkur.

Árstíðarjavnað tøl

Tað ber tí framvegis til at árstíðarjavna arbeiðsloysistølini og harvið fáa eina klárari mynd av gongdini. Men í staðin fyri at árstíðarjavna prosentini beinleiðis, verður javningin nú gjørd í fulltíðararbeiðsloysistalinum, áðrenn prosentið verður roknað. Hesin rokniháttinum gevur so at siga neyvt sama úrslit sum tann fyrri. Vit kunnu tí framvegis rokna tað árstíðarjavnaða arbeiðsloysisprosentið. Men vegna dátubrotið ber tó ikki til at samanbera tvørtur um mánaðarsskiftið oktober/november 2005.