Flest arbeiðsvirkin í Føroyum í mun til fólkatalið

Hagstovan gjørdi í november í fjør eina kannning av føroysku arbeiðsfjøldini. Kanningin varð gjørd sum telefonkanning, og Gallup Føroyar stóð fyri at útinna hana. 1.045 fólk vóru spurd um, hvussu teirra arbeiðsmarknaðarliga støða var í viku 47, frá 14. til 20. november 2005.

Hetta er tann fyrsta kanningin av sínum slagi í Føroyum, og hon er gjørd eftir altjóða ásetingum, soleiðis at úrslitini beinleiðis kunnu samanberast við samsvarandi tøl fyri onnur lond.

Higartil hava vit bert havt ógvuliga avmarkaða vitan um arbeiðsfjøldina í Føroyum, hóast Hagstovan í nógv ár hevur ætlað um, hvussu stór hon er. Hetta hevur verið gjørt út frá upplýsingum um fólktøl, eftirlønarviðurskifti og útbúgvingarviðurskifti, og sjálvsagt loðar stór óvissa upp við eina slíka meting. Tessvegna hava vit bert havt eitt tal fyri støddina á arbeiðfjøldini fyri allar Føroyar, tó stundum skift sundur í mannfólk og konufólk.

Ósvaraðir spurningar, sum ofta eru frammi, eru til dømis:

  • Hvussu nógv eru virkin á arbeiðsmarknaðinum?
  • Hvussu nógv av teimum hava arbeiði í løtuni?
  • Hvussu býta tey seg eftir aldri, kyni og bústaði?

Hesum spurningum hava vit ikki kunnað svarað, men hava hinvegin góð hagtøl fyri talið á arbeiðsleysum.
Eftir altjóða áseting verður fólkið í arbeiðsførum aldri fyrst skift sundur í arbeiðsfjøld og vinnuliga óvirkin. Arbeiðsfjøldin verður síðani skift sundur í arbeiðsvirkin og arbeiðsleys.

Hagstovan hevur lagt høvuðsúrslitini av kanningini í hagtalsgrunnin, haðani tey kunnu heintast um alnótina.

Um vit samanbera føroysku tølini við tøl, sum Eurostat gevur út, ber til at síggja, hvussu Føroyar liggja í mun til hini londini, tá um arbeiðsstøðu ræður.

Mynd 1. Arbeiðsvirkin 15-64 ár í mun til fólkatalið
Føroysku tølini eru frá 2005. Hini tølini eru miðaltøl fyri 2004 frá Eurostat

Hóast øll fyrivarni um óvissur, so sæst heilt týðiliga á mynd 1, at tann parturin av fólkinum, sum hevur arbeiði, er væl størri í Føroyum enn aðrastaðni. Av hinum londunum er tað bara Ísland, sum kemur upp um 80%. Á myndini sæst eisini, at nærum líka nógv konufólk sum mannfólk hava arbeiði.

Tað er vert at geva gætur, at alt arbeiði í kanningarvikuni er talt við, eisini um tað bert var ein tíma ta vikuna, og eisini um tað var ólønt vinnuvirksemi. Myndin sigur sostatt einki um hvussu nógv arbeiði, fólkini hava havt.

Mynd 2. Miðalarbeiðsloysið 2005, skift eftir aldri
Øll tølini uttan tey føroysku eru frá Eurostat. Har londini eru merkt við '*' eru tey aldursbýttu tølini frá 2004

Á mynd 2 síggja vit, at arbeiðsloysið í Føroyum er sera lágt sum heild. Men eins og í hinum londunum, er arbeiðsloysið væl størri millum tey, sum eru yngri enn 25 ár. Í hesum aldursbólkinum er arbeiðsloysið í Føroyum hægri enn í Danmark, Írlandi og Niðurlondum.

Fleiri tøl kunnu síggjast í hagtalsgrunninum