Uttan arbeiði, men ikki arbeiðleys

Nøkur mál um arbeiðsloysi hava verið frammi nýliga, har tað hevur verið ivi um, hvørt ein persónur skuldi missa stuðulin frá ALS, tí viðkomandi sýtti fyri at átaka sær ávíst arbeiði í eini aðrari bygd. Í hesum sambandi hevur spurningurin tikið seg upp um, hvat tað í roynd og veru merkir at vera arbeiðsleysur.

Í vanligum gerandistosi er ikki so stórur ivi um, hvat meinast við, tá sagt verður, at ein persónur er arbeiðsleysur. Hetta skilja vit sum ein, ið kundi hugsað sær at havt eitt arbeiði, men sum ikki hevur funnið sær nakað enn.

Nú kann munur vera á, hvat meinast við tað at kunna hugsa sær eitt arbeiði. Vit kundu til dømis spurt, um

  • hann vil átaka sær eitt og hvørt arbeiði
  • hann setur krøv um arbeiðstíðir, løn ella ferðatíð til arbeiðis
  • hvussu skjótt hann kann byrja
  • ger hann nakað fyri at finna sær eitt arbeiði

Tað er altso ikki púra eintýðugt, hvat tað merkir at vera arbeiðsleysur. Skulu vit gera skilagóð hagtøl, er tí avgerandi at hava eina neyva allýsing av, hvat arbeiðsloysi er, soleiðis at tað ber til at samanbera hagtøl úr ymsum tíðarskeiðum og millum ymisk pláss.

Altjóða arbeiðarastovnurin ILO undir ST hevur ásett eina allýsing av arbeiðsloysi, sum flestøll royna at nærkast mest møguligt, tá hagtøl verða gjørd um arbeiðsloysi.

Sambært ILO er ein persónur at rokna sum arbeiðsleysur í eina viku, um hann lýkur allar hesar treytirnar:

  • Persónurin skal ikki hava havt nakað vinnuligt arbeiði í vikuni, og hann kann heldur ikki hava eina fasta avtalu um eitt arbeiði at venda aftur til.
  • Persónurin skal vera virkin í sínum royndum at finna sær eitt arbeiði.
  • Persónurin skal vera til reiðar at átaka sær arbeiði við stuttum skotbrái.

Sambært hesi áseting, telur ein persónur t.d. ikki sum arbeiðsleysur, um hann ikki er nóg virkin at leita sær arbeiði, ella um hann ikki er tøkur at fara til arbeiðis fyrr enn um 1 mánað. Eiheldur er hann arbeiðsleysur, um hann er fyribils úr arbeiði, t.d. av tí at lítið er at gera 'fyri tíðina'. Og arbeiddi hann bara 1 tíma í tilvísingarvikuni, telur hann í hagtølunum sum arbeiðsvirkin, hóast vanlig fatan helst er, at hann er arbeiðsleysur.

Hagstovan ger arbeiðsloysishagtøl burtur úr skráum hjá ALS og Almannastovuni, og tær treytirnar hesir stovnar seta fyri at veita stuðul vegna arbeiðsloysi, eru líkar ILO-treytunum. Men summi arbeiðsleys venda sær hvørki til ALS ella Almannastovuna, so arbeiðsloysistalið kanska er hægri enn vit halda. Hinvegin kann hugsast, at onkur fær arbeiðsloysisstuðul av órøttum, t.d. tí viðkomandi ikki er veruliga tøkur, um arbeiði skuldi boðist. Hesi og onnur viðurskifti í reglunum fyri ALS og Almannastovuna gera, at tey mánaðarligu arbeiðsloysishagtølini ikki eru 100% í samsvari við ILO allýsingina, um tað er hetta, sum miðað verður eftir.

Í arbeiðsmarknaðarkanningini, sum Hagstovan gjørdi í samstarvi við Gallup Føroyar í november 2005 varð høvi at spyrja tey, sum ikki venda sær til ALS ella Almannastovuna, og harvið fáa lýst betri, hvussu nógv tey eru, sum kundu hugsað sær eitt arbeiði, men ikki síggjast aftur í vanligu hagtølunum.

Her vísti tað seg, at bert umleið triðingurin av teimum, sum ynsktu sær arbeiði, vórðu tald sum arbeiðsleys.

Av teimum, sum ikki vórðu roknað arbeiðsleys, hóast tey ynsktu sær arbeiði, var tað bert umleið fjórðingurin, sum eisini leitaði eftir arbeiði. Tey vórðu ikki roknað arbeiðsleys, tí tey vóru ikki tøk at átaka sær arbeiði innan fyri 2 vikur. Hinir 3 fjórðingarnir leitaðu heldur ikki eftir arbeiði. Umleið helvtin av teimum, sum ikki leitaðu, hóast tey ynsktu sær arbeiði, vóru eldri enn 60 ár. Myndin umboðar umleið 4.150 persónar.

Arbeiðsloysishagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum