Fiskiskapur

Fiskiskapur


Heildarveiðan

Føroysk skip fiskaðu í 2016 samanlagt 568 túsund tons á øllum havleiðum. Av hesum vórðu ein lítil helvt fiskað á føroyskum øki. Hetta er nakað meira enn tað, sum fiskað varð fyrst í 1990’unum. Størsti parturin av tí, sum fiska varð, áleið 440 túsund tons, er tað vit kalla uppsjóvarfiskur.

Um 85 túsund tons vóru botnfiskasløg. Besta fiskiárið higartil var 2006, tá fiskað vóru 623 túsund tons, av hesum var 436 túsund tons uppsjóvarfiskur. Tað er fiskiskapurin eftir svartkjafti, sum er minkaði nógv árini 2008-12, men er nøgdin av svartkjafti aftur vaksin  seinastu 4 árini.

Størsta útflutningsvøran

Fiskur er okkara mest týðandi útflutningsvøra. Fiskavørur hava seinastu árini talt um 90-95% av øllum vøruútflutninginum. Útflutningurin av fiskavørum í 2016 var góðar 8 milliardir krónur.

Sjálvt tá tænastuútflutningurin verður taldur uppí, telir fiskaútflutningurin nógv størsta partin – í 2012 um 75% av øllum útflutningi av bæði vørum og tænastum samanlagt. Av virðisøkingini í landinum taldi fiskiskapur um 13% í 2015.

Nógv arbeiðsvirksemi

Fiskiskapur telist eisini millum tær vinnur, har mesta arbeiðsvirksemið er. Løntakaratølini vísa, at í 2016 vóru tað um 1.460 fólk ella um 6% av løntakarunum í fiskiskapi. Bæði talið og prosentparturin er minni enn í 1990, tá tey vóru um  2.900 og taldu góð 12% av løntakarunum.

Her á síðuni er møguligt at lesa stuttar greinar um fiskiskap og hennara týdning. Annars verður víst til hagtalsgrunnin har hagtøl viðvíkjandi fiskiskapi og fiskivinnu eru at finna.