Avreiðingar og prísir

Avreiðingar og prísir

Av føroysku heildarveiðuni verður ein partur skrásettur í avreiðingarskipanini, sum byrjar í 1993. Avreiðingarskipanin umfatar tað, sum vanliga verður kallað feskfiskaveiðan og  tað mesta av tí fiskiskap er í føroyskum øki, hóast nakað kortini er fiskað uttan fyri føroyskt sjóøki – eittnú í íslendskum øki og Flemish Cap. Í hesari skipanini ber til at fáa hagtøl um nøgd og virði á einstøku fiskasløgunum, eins og til ber at skifta avreiðingarnar á fiskakeyparar og veiðihátt.

 


Í 1993 vórðu avreidd góð 70 túsund tons, sum er áleið sama nøgd sum í 2015. Í virði var vøksturin frá áleið 400 milliónum í 1993 til góðar 800 milliónir í 2015.
Bæði í nøgd og virði var besta árið 2002, tá avreidd vórðu 140 túsund tons fyri slaka 1,4 milliard. Árini 2003-2004 varð minni avreitt, eins og avreiðingarvirðið eisini fall, tí bæði nøgd og prísir minkaðu. Men í 2005 og 2006 var kortini vøkstur aftur, tí meira varð fiskað og prísirnir vóru uppgangandi. Avreiðingarnar hava verið á einum lágum støði seinastu nógvu árini.
Toskur, hýsa og upsi eru tey týdningarmestu fiskasløgini í feskfiskaveiðuni. Í vekt og virði hava tey talt í miðal eini 70% av avreiðingunum seinastu árini.
 

 

Avreiðingarprísurin fyri tosk var av tí allarbesta í 2007 eftir nøkur ár við góðum prísum. Prísurin fyri tosk var betri enn í 2001, sum var eitt gott ár til toskaprís, tá hann í miðal fyri allar støddir var omanfyri 18 krónur fyri kilo. Besti avreiðingarprísur fyri hýsu var í 2000, tá miðalprísurin var oman fyri 15 krónur. Prísirnir hava verið uppgangandi seinastu árini.

Avreiðingtøl  eru at finna í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.