Búskaparligt íkast

Búskaparligt íkast

Hvat fiskiskapur telur í búskapinum, kann teljast upp á nógvar mátar. Eitt er, hvussu nógv fólk eru arbeiðsvirkin í fiskiskapi, eitt er útflutningsvirðið og eitt triðja er virðisøkingin í fiskiskapi sum partur av heildarbúskaparligu virðisøkingini.

Fiskiskapur framleiðir ein stóran part av útflutningsvirðinum, men kortini ikki alt útflutningsvirðið, tí ein annar stórur partur verður framleiddur á fiskavirkjunum og ein minni partur av flutningsvinnuni. Sjálvsagt er fiskur ein partur av grundarlagnum undir fiskaframleiðsluni, men haraftrat koma arbeiðsorkan og kapitalíløgurnar í fiskaframleiðsluni.

Av løntakarum í 2017 vóru 6% sum høvdu starv í fiskiskapi av samlaðu løntakarunum. Í tali var hetta 1.486 fólk.

Av samanløgdu virðisøkingini taldi fiskiskapur í miðal 11-12% av allari virðisøking árini 2004-2015. So hóast fiskiskapur einans hevur 6% av løntakarunum, so eru inntøkurnar og virðisøkingin so mikið betri, at búskaparliga hevur fiskiskapur í meðal seinastu 10 árini talt 11% av búskaparligu virðisøkingini.

 

 

Meira útgreinaðir upplýsingar um búskaparligt íkast hjá ymsu vinnugreinunum eru tøk í hagtalsgrunninum