Løntakarar

Løntakarar

Talið av løntakarum, sum høvdu høvuðsinntøkuna úr fiskiskapi, var í 2015 góð 1.500 fólk. Sostatt hava 6% av løntakarunum fiskiskap sum høvuðsvinnu. Prosentparturin av løntakarum í fiskiskapi er fallandi. Í 1997 taldu teir 13% av løntakarfjøldini.

Sammett við aðrar vinnur er 6% rímuliga stórur partur, fiskavøruídnaður hevur eisini um 6% av øllum løntakarum. Til samanberingar telja løntakararnir í byggivinnuni góð 7%, meðan heili 12% starvast í handil og umvæling.


Tey 6 prosentini av løntakarunum, sum starvast í fiskiskapi, eru ikki javnt skift á sýslurnar. Talvan niðanfyri vísir í fyrra teigi hvussu nógv teirra, sum starvast í fiskiskapi, búgva í ymsu sýslunum, og í øðrum teigi sæst, hvussu nógv prosent av løntakarunum í sýsluni starvast í fiskiskapi.
Til dømis sæst, at í Streymoyar sýslu búgva 26% av teimum, sum starvast í fiskiskapi, men av øllum løntakarum í sýsluni taldu tey bara 3%.

Heili 27% av teimum, sum starvast í fiskiskapi, búgva í Eysturoyar sýslu, men kortini telja tey bara 7% av øllum løntakarum í Eysturoyar sýslu. Tað er í Norðoya sýslu, at løntakararnir í fiskiskapi telja mest sum partur av øllum løntakarunum í sýsluni, har 13% starvaðust í fiskiskapi.

Meira útgreinaðir upplýsingarum løntakarar  eru  at finna í hagtalsgrunninum.