Gransking og Menning

Seinastu árini eru hagtøl um Gransking og Menning (G&M) ment av Granskingarráðnum í samstarvi við Hagstovuna. Talan er um eina heildarteljing, har endamálið var at skráseta alla G&M, ið framd varð í 2003. Spurnarbløð vórðu send til 56 almennar stovnar, har sannlíkt var, at gransking varð framd og til 198 fyritøkur í vinnuni, har stødd og vinnugrein vórðu nýttar sum úrvalstreyt. Vitanin um hesi viðurskifti skal samlað virka sum grundarlag, soleiðis at Granskingarráðið og/ella onnur betur kunnu:

- veita miðvísa politiska ráðgeving um gransking, og sjálvan politikkin, á økinum
- eftirmeta støðuna á økinum við hóskandi millumbilum
- sammeta støðuna innan gransking í Føroyum við støðuna aðrastaðni

Í høvuðsheitum hava úrslitini víst at:

Samlaða nýtslan í føroyskari gransking í 2003 er uppgjørd til 84 mió. kr.ella 0,87% av BTÚ. Almenni parturin var 0,66% av BTÚ, meðan parturin hjá vinnuni var 0,21% av BTÚ. Málið í Visión 2015 er, at landið skal granska fyri minst 3% av BTÚ.

Í 2003 arbeiddu í Føroyum 257 starvsfólk innan G&M, sum er 0,95 % av arbeiðsfjøldini. Hjá hesum fólkum fór 51% av samlaðu granskingarstarvstíðini við øðrum uppgávum enn G&M. Verður hugt eftir vinnuni einsamallari, er sama talið 41%.

Kvinnuluttøkan í føroyskari gransking er 27%. Í almennari gransking vóru 36% kvinnur, meðan talið einans er 9% í vinnugransking.

Sum heild er almennagransking og vinnugransking í stóran mun tengd at fiskivinnu, havbúnaði og matvøruframleiðslu. Vinnugranskingin snýr seg í stóran mun um KST-tænastur og framleiðslutøkni innan fiskivinnu. Í almennu granskingini var størsti parturin nattúruvísindi, meðan minsti partur var verkfrøði og læknavísindi.

Útreiðslur

Visión 2015

Starvsfólk

Granskingartíð

Tað almenna

Vinnan