Føroysk gransking lítil í vavi

Vanliga sjónarmiðið er, at jú meira eitt land granskar, jú betri. Í Føroyum varð í 2003 granskað fyri uml. 84 mió. kr. Hetta er ein minni upphædd, enn fyritøkan B&O, sum er 10. mest granskandi eindin í Danmark, granskar fyri, og 25 ferðir minni enn Ísland granskar fyri. Sum heild eru Norðurlond fremstu lond í heiminum, meðan Føroyar liggja millum aftastu lond í Evropa.

Tað almenna granskaði fyri 64 mió. kr., sum er 0,66% av BTÚ. Avmarkaða granskingin hongur natúrliga saman við avmarkaðu støddini á samfelagnum. Henda innbygda avmarking hevur við sær serligar avbjóðingar fyri føroyska gransking. Sum heild er samanhangur millum fagliga tilfeingið og frambrot innan gransking, og tí er gransking tilfeingiskrevjandi, bæði á førleikaøkinum og fíggjarliga sæð. Tað er tí ein serlig avbjóðing fyri bæði politisku skipanina og granskingarskipanina, at granskingin verður løgd soleiðis til rættis, at mest møguligt fæst burturúr. Støðan í Íslandi er tó eitt dømi um, at møguleikar eru hjá smáum londum at vera frammalaga í granskingarhøpi.

Føroyar veikar í granskingarhøpi

Tá hugt verður eftir tølunum aftanfyri granskingina, síggjast nakrir gjøgnumgangandi bygnaðarligir munir, sum býta londini upp í "sterk" og "veik" lond. Eyðkennini eru millum onnur hesi:

  • Tey "sterku" londini hava nógva vinnugransking, og av tí at vinnan vanliga fíggjar mest av egnari gransking, er vinnufíggingin høg. Til samanberingar hava Føroyar næstminstu vinnugranskingina og vinnufíggingina. Bert Pólland er aftanfyri.
  • Hóast gransking innan hægri útbúgving ikki er so stórur partur av samlaðu granskingini, hava "sterku" londini heilt umfatandi gransking á hesum øki. Føroyar hinvegin, er landið við minstu granskingini innan hægri útbúgving, meðan Ísland til samanberingar er triðstørst.
  • Hóast onnur almenn gransking er lutfalsliga lítil partur av samlaðu granskingini hjá "sterku" londunum, hava hesi lond tó samanlagt meira av "aðrari almennari gransking", enn "veiku" londini. Føroyar skilja seg her burturúr, við at hava nógva "aðra almenna" gransking, men eisini á hesum økinum er Ísland tó framman fyri Føroyar.

Viðvíkjandi kvinnuluttøku í bæði vinnu- og almennari granskingini er støðan eitt sindur blandað. "Veiku" londini hava sum heild rættiliga høga kvinnuluttøku í granskingini. Í almennari gransking eru Føroyar á aftasta plássi í kvinnuluttøku, og í vinnugranskingini er Japan einasta landið, ið hevur lutfalsliga minni kvinnuluttøku, enn Føroyar. Í Íslandi er kvinnuluttøkan sum heild sterk.

Verður hugt eftir heildini, eru Føroyar, saman við Póllandi, Portugal og Spania, sostatt greitt eitt av teimum "veikaru" londunum í granskingarhøpi. Tað er einans viðvíkjandi almennari gransking, at Føroyar stóðu seg betur enn hesi londini, men kvinnuluttøkan stóð seg tó verri í Føroyum.

Ísland er hinvegin eitt av teimum avgjørt "sterku" londunum og stendur seg heilt væl á øllum hesum økjum. Tó er Ísland ikki á odda viðvíkjandi vinnugransking og vinnufígging, men her vigar tann umfatandi almenna granskingin tungt, og Ísland er sum heild millum mest granskandi londini. Eisini hevur Ísland størstu luttøkuna av kvinnum í gransking.

Óvanligt mynstur í føroysku granskingarnýtsluni

Umframt avmarkaðu samlaðu granskingina er granskingin rættuliga spjadd í Føroyum. Hetta er galdandi bæði fyri nýtsluna sum lutfall av BTÚ og fyri starvsfólk/ársverk sum lutfall av arbeiðsfjøldini.

Tann almenna granskingin er tó í vavi á einum hampiligum stigi, ið ikki er so langt frá stignum hjá fremstu londunum. Vinnugranskingin hinvegin liggur langt av leið frá teimum leiðandi londunum. Hetta samsvarar ikki við vanliga býtið aðrastaðni, har vinnan í flestu førum granskar meira. Í Íslandi er almenn gransking lutfalsliga mest umfatandi og svarar til heili 1,43% av BTÚ, meðan Svøríki og Finnland koma aftaná við góðum 1% av BTÚ. Í Danmark er stigið 0,79% av BTÚ.

Mynd 1: G&M í øðrum londum býtt á vinnu og alment árið 2003, í % av BTÙ

Býtið millum sektorar

Býtið av granskingini millum sektorar innan tað almenna er eisini óvanligt. Í fremstu londum er hægri útbúgvingargransking tann munadyggasti parturin av almennari gransking og er sostatt at rokna sum grundleggjandi "førleika og vitanarmotorurin". Í Føroyum er henda gransking hinvegin lutfalsliga mest avmarkað, við einans sløkum 11 mió. kr. ella 13% av samlaðu almennu granskingini, sum svarar til 0,11% av BTÚ. 2 stovnar arbeiddu við hægri útbúgvingargransking.

Útbúgvingarskipan

Ein týdningamikil leiklutur yvirhøvur í almennu granskingini, serliga hægri útbúgvingargransking, er at styrkja útbúgvingarskipanina. Hægri útbúgvingar framleiða í sjálvum sær starvsfólk við góðum førleikum, sum millum annað kunnu gagnnýtast í sambandi við gransking. Á hesum økinum eru veikleikar í Føroyum. Tá ið tað snýr seg um hægri akademiska útbúgving, eru føroyska vinnan og almenni sektorurin í stóran mun "kundar" hjá útbúgvingar- og granskingarskipanum aðrastaðni, fyrst og fremst í Danmark. Soleiðis koma starvsfólk og førleikar úr øðrum skipanum. Hetta skal tó ikki skiljast sum, at umbýti av granskarum og næmingum millum lond er av tí ringa, tvørturímóti. Men ein sterkur hægri útbúgvingarsektorur er grundleggjandi á mangan hátt, millum annað við at arbeiða við útbúgving og gransking eftir serligum heimligum tørvi, og at samskipa heimliga og útlendska gransking.

Mynd 2: Almennar G&M útreiðslur árið 2003, tús. kr. og í %

Á útbúgvingarøkinum er Svøríki fremsta landið, har heili 85% av samlaðu almennu granskingini er hægri útbúgvingargransking, eins og støðan í Norðurlondum annars vísir seg at vera. Í Íslandi er meira javnt býtt, har er hægri útbúgving og gransking beint niðan fyri helvtina av samlaðu almennu granskingini.

Mynd 3: Útreiðslur til G&M í øðrum londum býtt á sektor árið 2003, %

Sektorgranskingin

Hinvegin er sektorgranskingin lutfalsliga sterk í Føroyum og stendur fyri meginpartinum av samlaða innsatsinum. Talan er um góðar 44 mió. kr., skift á 10 stovnar. Aðrir almennir stovnar, 7 í tali, granskaðu fyri 6,4 mió. kr., meðan stovnar innan heilsuverkið einans granskaðu fyri 2 mió. kr. í 2003.

Samanumtikið

Sæð í mun til nýtsluna, hevur granskingarskipanin samanumtikið sera avmarkað orkuføri. Eisini avdúkar nýtslumynstrið veikleikar í skipanini. Tað er ein styrki at hava umfatandi sektorgransking, men ein grundleggjandi veikleiki er, at granskingin innan hægri útbúgving og heilsuøkið er so avmarkað. Hægri útbúgvingargransking er grundleggjandi pallur hjá aðrari gransking og menning í samfelagnum.