Fokus í samband við innihald og samskipan

Fokus í samband við innihald og samskipan 

Higartil tykist eingin samansjóðaður granskingarpolitikkur at hava verið virkandi í Føroyum. Tað vísir seg eisini, at almenna granskingin er ikki nágreiniliga fokuserað í mun til ávís mál ella strategiøki. Kanska einamest tí, at eingi satsingarøki hava verið greitt orðað, ella breiðar semjur ikki eru funnar um slík. Hinvegin hava ymisk umhvørvi tikið tað á seg at fáa eina gransking í lag. Hesi eru innan ymiskar sektorar í tí almenna, so sum fiskivinnu, havbúnað og jarðfrøði. Granskingin er ment so líðandi, uttan yvirskipað politisk átøk, men er í nógvum førum úrslit av innsatsinum hjá eldsálum, sum sjálvar gera raðfestingar, finna sær fíggingarloysnir o.s.fr. Almenna granskingin er av tí sama lutað sundur í smáar eindir, endamál, fak og evni. Hetta er ein trupulleiki, tá hugsað verður um, at gransking sum heild er kostnaðarmikil, og at størstu eindirnar sum heild granska mest. Av somu orsøkum, er tað í heila tikið trupult at tosa um strategiskar satsingar í sambandi við føroyska gransking.

Tað kann tó sigast, at granskingin hevur eitt ávíst fokus, og hetta snýr seg í roynd og veru um fiskivinnu, havbúnað, umhvørvi, mál og mentan. Frá einum brúkssjónarmiði kann tann vitan, slík gransking mennir, virka sum input hjá teimum, ið arbeiða við:

  • at umsita fiskivinnu og umhvørvi á burðardyggan hátt
  • at leggja lunnar undir alivinnuna
  • at varða av og menna føroyska mentan, og at skapa søguliga og málfrøðiliga tilvitan
  • samfelagsbúskaparligari menning

Mynd 1: G&M innsatsur skiftur á strategiøki, árið 2003

Á mynd 1 sæst, at í mun til tey serføroysku strategiøki, ið Granskingarráðið hevur orðað, var nógv almenn gransking, heili 63%, innan høvðsevnið "Náttúra og náttúrutilfeingi". Meginparturin av ársverkunum innan hetta økið, 33 í tali, vóru innan undirevnini "Umsiting og gagnnýtsla av tilfeinginum á landi og sjógvi", og eisini lutfalsliga nógv, útivið 12 ársverk, vóru innan "Vistskipanin á føroysku landleiðunum". Tvey minni økið eru, "Mentan" við 15% av innsatsinum, og 6 ársverkum, í tilknýti til undirøkið "Mál", saman við økinum "Samfelag" við 11%, og sløkum 4 ársverkum innan "Búskap". Minsti granskingarparturin, einans 3%, kundu knýtast at "Fólkaheilsu". Innsatsurin var ógvuliga smábýttur. Einans innan størsta strategiøkið vóru fleiri ársverk í miðal fyri hvønn stovn, ið granskaði.

Flokkingin av granskingini eftir OECD endamálum samsvaraði væl við býtið í strategiøki. Meginparturin var tó flokkaður undir "almenna vísindaliga menning", ið merkir, at endamálið var ikki ítøkiligt. Talan var um grundgransking. Annars vóru "Fisking" og "Havbúnaður" greiðast við ávikavist 17 og 14 ársverkum.

Mynd 2: Almenn G&M ársverk skift á endamál árið 2003

Flokkað eftir vísindaligum fakøkjum vísir tað seg, at nógv tann størsti parturin, umleið 50%, av almennu granskingini, var innan tey náttúruvísindaligu fakini. Her var "Lívfrøði" størsta fakøkið og umboðaði næstan ein triðing ella sløk 30 ársverk av allari gransking, meðan "Jarðar- og umhvørvisgransking" umboðaði sløk 17 ársverk. Síðani kom høvuðsøkið "Búnaðar- og Djóralæknavísindi" við 16%. Harav var fakøkið "Landbúnaður, fisking og veiði" greitt tað størsta við 14 ársverkum. Samfelagsvísindi umboðaðu góð 13%, harav vóru fakøkini "Onnur samfelagsvísindi" og "Búskaparfrøði" mest týdningamikil. Síðani kom hugvísindi við sløkum 13%. Innan hugvísindi vóru "Mál og Bókmentafrøði" og "Søgufrøði" høvuðsfokus við ávikavist 9 og 4 ársverkum. Sera lítið varð granskað innan "Verkfrøði & Tøkni" og "Læknavísindi."

Mynd 3: Almenn G&M árverk skift á faglig høvuðsøki árið 2003

Hesar greiningar benda á, at granskingin partvíst er í samsvari við tað orðaskiftið, sum hevur verið um satsingarøki, har dentur hevur verið lagdur á lyklaorð so sum Lívtøkni, Bioinformatikk, Ílegugransking og KT-gransking.

Ein trupulleiki er tó vantandi samsvar millum andan í verandi gransking og ætlanir við nevndu satsingarøkjum. Verandi gransking hevur í stóran mun havt breitt samfelagsgagn sum endamál, meðan satsingarøkini annars hava verið nevnd sum liður í einari ítøkiligari vinnuligari nýskapanartilgongd. Ein trupulleiki er, at hesi viðurskifti krevja neyvt fokus, og hetta er ikki at finna út frá hagtalsgreiningum í strategiøki, endamál, fakøki o.s.fr. Til dømis var illa statt við gransking innan verkfrøði, sum er fortreyt fyri eitt nú gransking innan biotøkni og KT. Eisini var lítið at síggja av gransking innan serøkið biotøkni. Ógvuliga lítil gransking var innan læknavísindi og fólkaheilsu, og eingin gransking var innan grundleggjandi medisin, sum er fortreyt fyri ílegugransking. Við øðrum orðum var grundarlagið í verandi gransking veikt, um ein metir henda "intellektuella kapital" sum kappingarfortreyt í mun til onnur lond.

Samstundis hava vinnuliga luttøkan og neyðuga handils- og marknaðarliga kanningararbeiðið, so sum tørvsgreiningar o.s.fr., í stóran mun vantað. Talan hevur heldur verið um metingar frá politiskum nevndum, ið eru settar av embætisverki. Hesar hava heldur í stóran mun lagt seg eftir almennum áskoðanum viðvíkjandi granskingargrundaðum vakstrarøkjum og teirra innbygdu handilsligu møguleikum.

Ein grundleggjandi trupulleiki í almennu granskingini er, at leikluturin hjá Fróðskaparsetrinum er ógreiður, og granskingin sera avmarkað. Í øllum framkomnum londum er universitetsgransking annars nógv tann týdningamesta og greinar inn í meginpartin av aðrari gransking. Tosað hevur t.d. verið um KT gransking, men illa hevur borið til hjá Fróðskaparsetrinum at seta á stovn eina hægri KT útbúgving. Hetta er í sær sjálvum ein stór andsøgn.

Almenn gransking sera avmarkaðan leiklut í vinnuligari nýskapan

Á markamótinum millum granskingarskipan, útbúgvingarskipan og vinnuna kann eitt førleika- og vitanar skifti henda, millum annað við at fyritøkur útvega sær starvsfólk, keypa granskingarúrslit og samstarva við granskingarstovnar í sambandi við nýskapan. Almenna granskingarskipanin tykist ikki at vera væl samansjóðað við vinnuligt nýskapanarvirksemi. Sambært nýskapanarhagtølunum samstarvaðu fyritøkur í avmarkaðan mun við almennar samstarvsfelagar, granskingarstovnar uppíroknaðir.

Mynd 4: Slag av samstarvsfeløgum skift á vinnugrein: Føroyar og Danmark árini 2002-04, í % av nýskapandi fyritøkum

Ymsar orsøkir kunnu vera til vantandi nýskapanarsamstarv:

  • Vinnan sær ikki stóran tørv á gransking
    Vinnan granskar sjálv í ógvuliga avmarkaðan mun. Hetta hevur møguliga samband við:
    1) vantandi upplivda tørvinum á nýskapan 
    2) vinnubygnaðinum.

Mynd 5: Fyritøkur, sum mettu, at forðingar hava stóran týdning: Føroyar og Danmark árini 2002-04, í % av øllum spurdum fyritøkum

Mynd 6: Fyritøkur har kunningarkeldur høvdu stóran týdning ísv nýskapan: Føroyar og Danmark árini 2002-04, í % av nýskapandi fyritøkum

  • Verandi almenna granskingin er ikki viðkomandi fyri vinnuliga nýskapan. Heldur ikki er hon nóg umfatandi til at vera eitt savnandi tilfeingi. Til dømis er ógvuliga lítið av almennari gransking innan verkfrøði, tøkni og KT, ið vanliga er viðkomandi fyri nýskapanarvirksemi innan hátøkniliga framleiðslu, og eisini er nógv granskandi vinnugrein aðrastaðni. Føroyska vinnugranskingin snýr seg samstundis í stóran mun um KST tænastur og framleiðslutøkni, so hetta er ein møgulig frágreiðing.
  • "Framleiðsla" av hægri útbúgvingum og hægri útbúgvingargransking er veik. Samfelagið er sum heild tengt at útlondum hesum viðvíkjandi.
  • Markamótið virkar ikki nóg væl (vantandi skipanir, mentan, tilvitan um samstarvið o.s.fr.)