Nýskapanarstigið ymiskt fyri ymsu vinnugreinarnar

Nýskapanarstigið ymiskt fyri ymsu vinnugreinarnar

Mest nýskapandi vinnugreinarnar í tíðarskeiðnum 2002-2004 vóru fíggjarvinnan, vitanartænasta og síðani framleiðsluvinnan. Hinvegin var nýskapanararstigið meira avmarkað í fiskivinnu, aðrari vinnu og handilsvinnuni. Ymsu hagtalsindikatorarnir geva ábendingar um hetta mynstrið.

Úrslit innan PT nýskipan

Av fyritøkum innan fíggjarvinnu vóru 82% Produkt- og Tilgongdarnyskapandi (PT nýskapandi). Sammett við hetta vóru 58% av fyritøkunum í vitanartænastu og 55% í framleiðsluvinnuni PT nýskapandi. Í hinum endanum komu fiskivinna og handilsvinna við ávikavist 36% og 34%.

Mynd 1: PT-nýskapandi fyritøkur skiftar á vinnugrein, árini 2002-04 í % av øllum spurdum fyritøkum

Tað var eitt sindur ymiskt, hvat gagn fyritøkurnar høvdu av hesum nýskapanum. Vitanartænasta merkti mest á umsetninginum og handilsvinna minst á hesum øki. Meðan fíggjarvinnan merkti meira til aðrar ávirkanir, so sum betri dygd, størri úrval v.m., merkti fiskivinna og onnur vinna minst til hesar somu ávirkanir. Tó merkti fíggjarvinnan samstundis mest til ávirkanir av nýskaptum tilgongdum, meðan handilsvinna her merkti minst. Innan vitanartænastu varð gjørt mest burtur úr at verja nýskapanir.

Mynd 2: Fyritøkur, ið verja nýskapanir, skiftar á vinnugrein árini 2002-04, í % av nýskapandi fyritøkum

Innsatsur í samband við PT nýskipan

Av fyritøkum innan fíggjarvinnu høvdu 84% av teimum útreiðslur til nýskapan í 2004. Innan vitanartænastu og framleiðslu var stigið hinvegin ávikavist 44% og 41%. Fækstar fyritøkur, við útreiðslum til nýskapan, vóru í handilsvinnuni. Tað var vitanartænasta, ið átti størsta partin av samlaðu útreiðslunum, heili 54%. Fíggjarvinna og framleiðsla umboðaðu hinvegin ávikavist 14% og 13%, meðan handilsvinna átti minsta partin, 2%. Nýskapanarintensiteturin, ið er lutfallið millum umsetning og útreiðslur, var eisini hægstur innan vitanartænastu.

Mynd 3: Útreiðslur til nýskapan, skift á vinnugrein: Føroyar og Danmark ár 2004, í % av samlaðum útreiðslum til nýskapan

Onnur "ikki-tøknilig"-nýskipan

Av fyritøkunum innan fíggjarvinnu høvdu 64% av teimum nýskapað virkisbygnaðin, meðan stigið var ávikavist 35% og 34% innan vitanartænastu og framleiðslu. Minst var av slíkari nýskapan innan fiskivinnu og aðra vinnu, samanlagt 12% av fyritøkunum. Í vitanartænastu og fíggarvinnu snúði slík nýskapan seg í størri mun um vitanarstýring og uttanhýsis sambond, meðan aðrar vinnugreinar løgdu lutfalsliga meira dent á arbeiðsskipan. Innan fiskivinnu var serliga lítil dentur lagdur á vitanarstýring og uttanhýsis sambond.

Mynd 4: Fyritøkur við nýskapan í virkisbygnaði, skift á vinnugrein og stødd: Føroyar og Danmark árini 2002-04 í % av øllum fyritøkum

Mest nýskapandi vinnugreinar høvdu heldur meira av gransking

Meðan meginparturin av útreiðslunum til nýskapan í Danmark fara til G&M, vístu úrslitini úr Føroyum, at størsti parturin her fór til keyp av kapitalapparati. Hóast hetta høvdu tær mest nýskapandi vinnugreinarnar í Føroyum í størri mun útreiðslur til G&M, keyp av G&M og keyp av serkunnleika, sæð í mun til tær minni nýskapandi vinnugreinarnar. Mest sum allar útreiðslurnar hjá fiskivinnuni og aðrari vinnu fóru til kapitalapparat, meðan fíggjarvinna nýtti lutfalsliga minst til henda útreiðslupostin. Fíggjarvinna nýtti hinvegin lutfalsliga mest til keyptan serkunnleika og keypta G&M. Soleiðis sæst, at samanhangur er millum G&M styrki og nýskapanarstig í ymsu vinnugreinunum.

Mynd 5: Útreiðslur til nýskapan skift á vinnugrein og virksemi ár 2004

Sum nevnt høvdu vitanartænasta, fíggjarvinna og framleiðsla samanlagt flestar útreiðslur til nýskapan. Somu vinnugreinar brúktu eisini lutfalsliga mest til egna G&M í 2004. Her var tað framleiðsluvinnan, ið brúkti mest, svarandi til 37% av útreiðslunum til G&M. Síðani komu handilsvinna við 15%, fíggjarvinna við 14% og vitanartænasta við 6%. Merkisvert er, at handilsvinnan, ið annars var lítið nýskapandi, brúkti so mikið. Her má havast í huga, at henda vinnugrein einans umboðaði 2% av samlaðu útreiðslunum. Annars var tað, sum áður nevnt, vitanartænasta, ið gjørdi mest burtur úr at verja nýskapanir.

Hetta mynstrið samsvarar rættuliga væl við granskingarhagtølini fyri 2003. Av teimum 24 fyritøkunum, ið høvdu egna gransking, vóru tær helmingurin ella 12 fyritøkur innan vitanartænastu, meðan 8 fyritøkur vóru innan framleiðsluvinnuna. Av hesum 8 vóru 4 innan hátøkniframleiðslu, 3 innan lágtøkni og 1 innan miðaltøkniframleiðslu.

Mynd 6: Fyritøkur við G&M árið 2003

Mett í útreiðslum var mynstrið nakað tað sama, tó nýtti fiskivinnan hetta árið lutfalsliga nógv. Talan var tó um eina einstaka fyritøku. Vitanartænasta stóð fyri 34% av útreiðslunum, meðan fiskivinna og framleiðsla stóðu fyri ávikavist 28% og 27% av útreiðslunum. Onnur vinna nýtti minst, og fíggjarvinna hevði eisini meira avmarkaða nýtslu hetta árið.

Samanumtikið samsvara hesar greiningar við áskoðanina um, at ávísar vinnugreinar eru meira nýskapandi og tí meira granskandi.