Um hagtølini

Fakliga tilgongdin

Hagtøl um Gransking og Menning (G&M) og Nýskapan eru ment av Granskingarráðnum í samstarvi við Hagstovuna. Endamálið við hagtølunum er at veita Granskingarráðnum og samfelagnum sum heild neyðuga faktuella vitan og skjalprógv um støðuna hjá G&M í føroyska samfelagnum og soleiðis veita eitt betri grundarlag til politisku skipanina at nýta í sínum arbeiði at orða ein politikk á økinum.

Hagtølini eru grundarsteinar í breiða OECD og ES hagtalshøpinum "Vísindi, Tøkni og Nýskapan". Fyri at støðan í Føroyum skal kunna sammetast við útlond, varð innsavningin av upplýsingum um G&M og nýskapan gjørd eftir fyriskipanum, ið eru mentar av OECD og ES. Nýskapanarhagtølini eru beinleiðis grundað á fjórðu felags evropeisku nýskapanarkanningina (Community Innovation Survey - CIS4), ið verður samskipað av Eurostat. Øll londini brúka sama grundspurnaskjalið í hesari kanning. Politikkanalysan varð gjørd í sambandi við norðurlendsku verkætlanina "Interact" um nýskapanarpolitikk, sum eisini henda verkætlan var partur av. Grundarlagið undir Interact verkætlanini er ein størri verkætlan undir ES rammuskránni, kallað PUBLIN (Public Sector Innovation).

Leisturin fyri arbeiðinum

Hagtølni um gransking skulu siga frá, hvør innsatsur er lagdur í gransking, skift á nýtslu, starvsfólk og ársverk, og hvussu hesin innsatsur er fíggjaður árið 2003. Eisini er granskingarinnihaldið lýst út frá ymsum sjónarhornum, sum strategiøki, endamáli, fakøki og slagi av gransking. Uppgerðirnar eru eisini býttar á vinnuna og tað almenna, harundir hægri útbúgving, heilsusektorin, sektorgranskingina og aðrar almennar stovnar. Hesi hagtøl hava Norðurlond sum heild framleitt síðani í 1960 - 70-árini, Danmark síðani 1967.

Hagtølini um nýskapan fevna einans um vinnuna og eru tey býtt á tey trý økini

  • innsats, sum er útreiðslur til ymisk sløg av nýskapanarvirksemi,
  • úrslit, sum vísa seg í nýggjari vøru, tænastum og tilgongdum
  • onnur viðurskifti í nýskapanartilgongdini, eitt nú samstarv, tilfeingi og forðingar

Tíðarskeiðið fyri framleiðslu av nýskapanar hagtølum fevnir um 2002-04 og enn verður aðrastaðni arbeitt við at fáa hesi enn betur grundfest í politikktilgongdina.

Umframt hetta varð ein greining gjørd av føroyska granskingar- og nýskapanarpolitikkinum og teirri skipan, ið mennir og útinnir hendan politikk. At leggja til rættis gransking og nýskapan hevur eisini við sær, at politiska skipanin javnan má endurskoða sínar politikkir ella mannagongdir.

Vitanin um hesi viðurskifti skal samlað virka sum grundarlag, soleiðis at Granskingarráðið og/ella onnur betur kunnu:

  • veita miðvísa politiska ráðgeving um gransking, nýskapan og sjálvan politikkin á økinum
  • eftirmeta støðuna á økinum við skilagóðum millumbilum
  • sammeta støðuna innan gransking og nýskapan í Føroyum við støðuna aðrastaðni

Eftirspurningur og tørvur á hagtølum

Sum heild hevur tað í politiskum umhvørvum, bæði á nationalum og altjóða stigi (OECD og ES), verið breið semja um, at gransking og nýskapan eru ein týdningamikil fortreyt fyri, at kappingarførið í búskapunum framhaldandi verður bøtt. Hetta hevur føroyska politiska skipanin í seinastuni rættiliga tikið til sín. Hildið verður millum annað, at eitt miðvíst virksemi innan gransking hevur við sær, at úrslit innan nýskapan verða rokkin. Eftirspurningurin eftir hagtølunum er víðfevndur, og tørvurin er vaksin nógv seinastu árini. Stóra politiska fokusið á tað sokallaða vitanarsamfelagið, eisini nevnt Barcelona-stevnumið, hevur eisini haft sína ávirkan á hetta. Tí hava nýggj politikkøki, so sum "nýskapanarpolitikkur", tikið seg fram á breddan, og við tí spurningurin um, hvussu slíkur politikkur best verður mentur og útintur.

Bæði á hægsta politiska stigi og í embætisverki verða hagtølini í hesum sambandi nýtt av vinnufeløgum og av politisku skipanini, sum grundarlag í menningini og eftirmetingini av granskingar- og nýskapanarpolitikki. Har verður arbeitt við at seta mál fyri gransking og at skapa samband millum vinnu og almenna gransking, infrakervi, netverk o.s.fr.

Í altjóða samanhangi verða hagtølini nýtt til mátingar og sammetingar av ymsu londunum og "úrslitum" á økinum. Slíkar metingar verða uppfylgdar av ítøkiligum tilráðingum til stjórnirnar í ymsu londunum, gjørdar eftir OECD og ES tilmæli. Granskarar á nationala og altjóða pallinum nýta hagtølini til at kanna ávirkanina av gransking og nýskapan á framleiðslumegina og kappingarførið hjá teimum einstøku fyritøkunum, eins og á samfelagið sum heild.

Framtíðar hagtøl neyðug

Slíkum samanhangum eru Føroyar ikki partur av enn. Men við hesari verkætlan eru fortreytir skaptar fyri, at Føroyar fáa møguleikar til tess, um politiskur vilji er fyri tí. Ein tann fyrsta fortreytin er, at Føroyar hava hagtøl at vísa til.

At gera hagtøl um bæði økini er ein stór uppgáva. Hetta varð tó gjørt, tí hagtølini saman geva eina betri mynd av støðuni í heildarligu nýskapanarskipanini. Hini Norðurlondini skilja hesa uppgávuna sundur í 2-3 serstakar kanningar, ið verða gjørdar av ymsum stovnum og fólkum. Umframt hetta, hevur tað eisini verið ein eyka avbjóðing, at arbeiðið verður gjørt fyri fyrstu ferð. Verkætlanin, sum skuldi fremja arbeiðið, hevði ikki egnar royndir at byggja á, eins og tey, sum skulu svara spurningum, heldur ikki høvdu. Tey, sum brúka hagtøl, hava heldur ikki royndir í at nýta slík hagtøl í sínum virksemi.

Sostatt er henda hagtalsuppgerð bert ein byrjan til at fáa eina lærutilgongd at virka. Eina lærutilgongd um føroyska nýskapan og gransking, eins og nýskapanarskipanina sum heild, fevnir um øll, sum á einhvønn hátt hava við evnið at gera. Talan er um fleiri aktørar á ymsum stigum í samfelagnum. Hesir eru eitt nú:

  • politikarar, sum gera politikk og skapa karmar
  • embætisfólk, ið umsita og fíggja gransking og vinnuframa
  • stovnsleiðarar, ið varða av granskingarstovnum
  • hagfrøðingar, analytikarar og granskarar, sum gera hagtøl og greiningar
  • vinnulívsfólk

Tað er ein krevjandi tilgongd at fáa góð og álítandi hagtøl og at verkseta hesi, soleiðis at tey verða ein natúrligur partur av planleggingini og uppfylgingini á teimum ymsu stigunum. Hetta tekur tíð, og roknast má við, at eini 10 ár ganga, áðrenn verulig úrslit fara at merkjast.