Vinnan er nýskapandi, hóast hon granskar ógvuliga lítið

Vinnan er nýskapandi, hóast hon granskar ógvuliga lítið

Av teimum 196 fyritøkunum, sum vóru spurdar, vóru tað einans 24, sum í 2003 høvdu egna gransking og menning (G&M). Hetta svaraði til 20,6 mió. kr. ella 0,21% av BTÚ. Av samlaðu granskingini í landinum fíggjaði vinnan einans 17 mió. kr..

Mynd 1: G&M skift á vinnu og alment árið 2003, í % av BTÚ

Av spurdu fyritøkunum vóru 50% nýskapanarvirknar, og heili 47% av teimum høvdu innført lidnar nýskapanir í tíðarskeiðinum 2002-2004. Føroyska vinnan er á hesum øki í oddinum, samanborið við Danmark og ES lond. Hetta er í andsøgn við hugsjónina um, at gransking er fortreyt fyri nýskapan.

Mynd 2: Nýskapanarstigið í øðrum londum (CIS3 vinnugreinar einans), árini 2002-04

Hetta sæst eisini, um hugt verður at innsatsinum ella útreiðslum til ymisk sløg av virksemi. Her sýnist føroysk nýskapan í høvuðsheitum at verða drivin av keypi av kapitalapparati, sum var mest vanligi útreiðsluposturin hjá nýskapandi fyritøkum. Í 2004 fóru tilsamans 71% av útreiðslunum ella 210 mió. kr. hjá nýskapanarvirknu fyritøkunum til keyp av kapitalapparati. Síðani kom keyp av serkunnleika, svarandi til 13%. Einans 10%, ella uml. 21 mió kr., fóru til egna G&M, meðan 6% ella 13 mió. kr. fóru til keypta G&M. Í Danmark umboðaði G&M hinvegin meginpartin av nýskapanarútreiðslunum, uml. 61%.

Mynd 3:  Útreiðslur til nýskapan, skift á verksemi ár 2004, í % av samlaðum útreiðslum til nýskapan

Høgt nýskapanarstig, men lutfalsliga lágt nýggjheitsvirði

Talan er fyrst og fremst um nýskapanir, ið eru nýggjar fyri fyritøkuna sjálva ella føroyska heimamarknaðin, heldur enn nýskapanir í heimshøpi. Nýskapt produkt umboðaðu uml. 20% av umsetninginum hjá føroyska produktnýskaparanum og av hesum høvdu útivið helvtin høgt "nýggjheitsvirði". Hugsandi er, at føroyskar fyritøkur í ávísan mun leggja seg eftir at menna produkt og tilgongdir, sum aðrar útlendskar fyritøkur hava ment frammanundan. Talan er helst í stóran mun um "incremental innovations" tvs. smáar betringar av verandi produktum og/ella tilgongdum ella verkseting av nýskapanum, ið aðrar fyritøkur uttanlands upprunaliga mentu.

Sambært útflutningshagtølum er lítil útflutningur innan vitanartænastu, fíggjartænastu og hátøkniliga framleiðslu, ið annars vóru mest nýskapandi og granskandi vinnugreinar. Tað er tí ósannlíkt, at hesar nýskapanir eru nýggjar fyri heimsmarknaðin. Nakrir indikatorar stuðla hesari eygleiðing:

  • Fyritøkurnar gjørdu lítið fyri formliga at verja sínar nýskapanir. Einans 4% av nýskapandi fyritøkunum kravdu upphavsrætt, 3% skrásettu vørumerkið og 3% søktu um patent. Til samanberingar søktu 15% av donsku nýskaparunum um patent. Patentskrásetingar eru annars í altjóða hagtalssamanhangi ein týdningarmikil indikatorur um nýskapanarúrslit í londunum.
  • Samanborið við onnur lond, var sera lítið av vinnuligari G&M, ið bygdi á menning av nýggjari og munandi betri produktum ella tilgongdum. Hinvegin var keyp av kapitalapparati størsti útreiðsluposturin. Talan er um millum annað maskinur, útgerð, ritbúnað við innbygdari vitan, sum vísa seg í funktiónum og eginleikum, ið eru ment av øðrum fyritøkum uttanlands. Soleiðis tørvar fyritøkan ikki at leggja sína orku í torføru menningartilgongdirnar.
  • Nógv samstarv sæst um menning av nýskapanum, bæði produktum og tilgongdum, og bendir hetta á, at nógvur opinleiki er um hesar nýskapanir. Aðrastaðni leggja fyritøkur seg lutfalsliga meira eftir at menna innanhýsis.

Samanumtikið er tað sannlíkt, at føroyska nýskapanin liggur í "triðju nýskapanaralduni". Fyrsta aldan her umboðar heilt nýggj tøknilig ella vísindalig frambrot, ið eru neyðug fyri at menna nýggja tøkni, tilfar v.m.. Næsta aldan snýr seg um at brúka kenda tøkni á nýggjan hátt, eisini kallað brúkaradrivnin nýskapan, meðan triðja aldan er at gera tað sama, sum aðrar fyritøkur annars gera. Til dømis hevur danskur viðmerkjari sagt, at donsk nýskapan fyri tað mesta liggur í næstu alduni, meðan stóru londini, sum Asia, Týskland, USA, eins og fyritøkur í Finnlandi, dríva fyrstu alduna (Herløv 2005 í "Debatten regeringens satsning på naturvidenskabelig forskning"). Her verður spurningurin settur við, um Danmark hevur nakran møguleika fyri at fylgja stóru londunum í fyrstu alduni, hetta hóast 16 mia. er settar av til hátøkniliga gransking í "Højteknologifonden". Helst er tað soleiðis, at meginparturin av føroyskari nýskapan liggur í triðju alduni. Føroyskar fyritøkur leggja seg soleiðis eftir at menna seg, eins og aðrar norðurlendskar fyritøkur hava gjørt, ella eisini hyggja føroyskar fyritøkur at øðrum føroyskum fyritøkum og "herma".