Íbúgvar

Íbúgvaviðurskifti

Fólkatalið

Seinast í 18. øld búðu umleið 5.000 fólk í Føroyum. Í 1870 fór talið upp um 10.000, í 1901 upp um 15.000, í 1933 upp um 25.000 og í 1973 upp um 40.000. Tað var støðugt veksandi fram til 1990, tá fólkatalið av búskaparliga skrædlinum fyrst í 90-unum minkaði nærum 10%.

Frá 1996 vaks fólkatalið aftur og fór í 2003 fyri fyrstu ferð upp um 48.000. Eftir tað kom stígur í, og í nøkur ár var eisini minking í fólkatalinum. Tó hevur síðani 2013 aftur verið vøkstur í fólkatalinum. Í mars 2017 kom tað upp um 50.000, og er tað í juli 2018 komið upp um 51.000.

Føðitíttleiki

Í 1970 fingu føroyskar kvinnur í barnsburðaraldri í miðal 3,4 børn, og minkaði talið líðandi niður í 2,2 børn í 1983. Tað rættaði seg so nakað uppaftur og hevur síðani síðst í áttatiárunum sveiggjað um 2,5 børn. Við hesum er føðitíttleikin í Føroyum tann hægsti í Evropu. Bert fá lond eru í Evropu, har kvinnurnar fáa tvey ella fleiri børn í miðal. Næst Føroyum í Norðurlondum eru Grønland um 2,0, Svøríki við 1,9 og Danmark við 1,8 børnum.

Síðani mitt í 1960-árunum hevur burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) verið støðugt minkandi. Hetta kemur av eini langtíðargongd við minkandi føðitali og spakuliga veksandi deyðatali.

Væntað lívsævi

Miðallivialdurin er so líðandi vorðin hægri. Nýfødd dreingjabørn kunnu vænta at liva til tey blíva gott 80 ár, meðan genturbørnini kunnu vænta at liva næstan 85 ár. Í 1985/86 vóru hesi tølini ávikavist 72 og 79 ár. Tað er ikki nakað, ið bendir á nakran steðg í hækkandi miðallivialdrinum hjá monnum og kvinnum. Hóast livialdurin er hækkaður munandi, er enn stórur munur í livialdri millum kvinnur og menn.

Flytingin millum Føroyar og útlond

Flytingin til Føroya og úr Føroyum er stór, sammett við fólkatalið, ið eisini verður nógv ávirkað av hesum. Í 1950- og 60-árunum vóru munandi fleiri fráflytarar enn tilflytarar. Frá 1973 til 1988 vóru nakað fleiri tilflytarar enn fráflytarar.

Men so hendi stóra afturstigið undir búskaparkreppuni, so at stór netto fráflyting var av landinum, og fólkatalið minkaði tí nógv. Í 1996-2003 var tilflytingin størri, tá nógv fluttu heimaftur, eftir at kreppan hæsaði av. Samanborið við nettofráflytingina á 7.242 fólk í árunum 1989-1995, var nettotilflytingin árini 1996-2003 bert 2.558 fólk - tvs. at afturflytingin svaraði til ein góðan triðing av fráflytingini.

Frá 2004 til 2013 var øll árini, 2008 undantikið, ein netto fráflyting, í miðal við 290 fólkum um árið. Eftir 2009 vigaði minkandi burðaravlopið heldur ikki upp móti fráflytingini, so fólkatalið varð minkandi. Í 2014 vendi aftur: fráflytingin minkaði nógv og tilflytingin vaks eisini, so at munandi vøkstur aftur er í fólkatalinum. Í 2014 var  ein nettotilflyting á 240, í  2015 á 294, í 2016 á 406, og gongdin heldur fram í 2018.