Flyting og burðaravlop

Gongdin í fólkatali og fólkasamanseting er eitt úrslit av
- burðaravlopi, ið er munurin millum tey, sum á hvørjum ári verða fødd, og tey sum doyggja, og
- nettoflyting, ið er munurin millum tilflyting úr útlondum og fráflyting til útlond.

Í flestu øðrum londum er tað burðaravlopið, ið hevur størstu ávirkanina á gongdina í fólkatalinum, meðan til- og fráflyting hevur minni týdning. Í Føroyum er øvugt. Her er tað flytingin, sum hevur størstu ávirkanina á, hvussu tað gongst við fólkatalinum. Hetta kemur av, at samanborið við onnur lond hava vit lutfalsliga nógv størri til- og fráflyting. Ein av orsøkunum er, at Føroyar eru eitt sera avmarkað og lítið landaøki við lítlum fólkatali, og hevur tí størri tørv á samskifti við onnur lond, m.a. viðvíkjandi útbúgvingar- og vinnumøguleikum.

Haraftrat hevur flytingin ávirkan á burðaravlopið: nógv tey flestu av teimum, sum flyta, eru ungar kvinnur og menn, og júst tey eru aftur avgerandi fyri, hvussu nógv børn verða fødd í komandi ættarliðum. Hava vit t.d. eitt tíðarskeið við eini støðugari fráflyting, so merkir tað, at ættarliðið av ungum kvinnum, sum skal seta børn í verðina, verður minkandi – og harav fylgir so eitt minkandi barnatal.

 

 

Flytingin millum Føroyar og útlond
Av myndini omanfyri, ið vísir gongdina í burðaravlopi og nettoflyting frá 1951 til nú, ber til at síggja, at flytingin hevur ongantíð havt so stóran týdning fyri gongdina í fólkatalinum sum seinastu 25 árini:

• Í 1950-unum og inn í 60-árini vóru trupul ár, har manglandi virkis- og vinnumøguleikar gjørdu, at rættiliga stór fráflyting var av landinum, har ein serliga stórur partur var ungar kvinnur.
• Eftir hetta er eitt 15 ára langt tíðarskeið við stórum vinnuligum, búskaparligum og samfelagsligum framburði. Føroyska vælferðarsamfelagið verður skipað og útbygt við nógvum arbeiðsplássum bæði í privatum og almennum tænastum, ið serliga geva kvinnum møguleikar á arbeiðsmarknaðinum, sum aldrin áður. Tað sæst aftur í demografisku gongdini, har øðrumegin burðaravlopið fer at minka, men hinvegin vendir fráflytingin til eina árliga lítla tilflyting. Hetta er einasta tíðarskeiðið, har heildargongdin í so nógv ár hevur verið merkt av tilflyting.
• Framgongdin fekk ein bráðan enda í 1989 við álvarsligu búskaparligu og vinnuligu kreppuni, ið vardi heilt fram til 1995. Hetta gjørdist eisini ein ógvislig kreppa fyri føroysku húsarhaldini, arbeiðsloysið fleirfaldaðist og kom, tá ringast stóð til, upp um 20%. Hesi árini rýmdu fólk í hópatali av landinum, meir enn 7.000 fólk tey sjey árini (í nettofráflyting).
• Síðan komu nøkur ár frá 1996 til 2003, har nøkur fluttu heimaftur, men tað bleiv ongantíð meir enn ein góður triðingur.
• Frá 2004 hevur aftur verið ein rættiliga stór nettofráflyting – í miðal 235 fólk um árið. Men síðani 2013 er gongdin heilt vend við rættiliga stórari nettotilflyting, so at fólkavøkstur var í 2014 við meir enn 500 fólkum og tað sama fer at verða í 2015. Óvist er tó, hvussu longi tað varar, tí hetta tykist at vera eitt frávik eftir langtíðargongdini at døma.

Burðaravlopið
Verður hugt at gongdini í burðaravlopinum, er hon ein heilt onnur: við onkrum frávikum (mitt í 60-unum og síðst í 80-unum) minkar burðaravlopið javnt og samt alt hetta langa tíðarskeiðið úr 5-600 niður í minni en helvtina. Hetta er stóri munurin millum 50- og 60-árini og seinastu 10 árini:

  • Sjálvt um fráflytingin í 50- og 60-árunum var í miðal um 240 um árið, var skaðin ikki so stórur, tí burðaravlopið var meir enn dupult so stórt. T.v.s. at fráflytingin tók bara knappa helvt av burðaravlopinum, og tí var framvegis ein hampiliga stórur fólkavøkstur.
  • Stóri trupulleikin nú er tann, at burðaravlopið er minkað so nógv, at tað er ikki nógv størri enn miðal árliga fráflytingin, og so er ov lítið til at fylla aftur í holini eftir fráflytingina. Tá er vandi fyri at koma í eina ónda ringrás, har nýggju ættarliðini verða støðugt minni, og burðaravlopið kann minkað niður um fráflytingina.

Frávik frá langtíðargongdini
Sum nevnt hava tvey tey seinastu árini verið frávik frá langtíðargongdini í flytimynstrinum. Í 2014-15 hava vit eina árliga nettotilflyting um 250-300, og tá haraftrat kemur eitt burðaravlop um 230-40 um árið, gevur tað ein fólkavøkstur oman fyri 500. Hetta skal tó verða varandi í fleiri ár aftrat, áðrenn tað ger rættiliga mun í skeivu gongdini í fólkasamansetingini.

Frá 2004 hevur aftur verið ein rættiliga stór nettofráflyting – í miðal 235 fólk um árið. Í 2013-14 er gongdin tó meira positiv við eini nettotilflyting, men óvist er, hvussu longi tað varar, tí hetta tykist at vera eitt frávik eftir langtíðargongdini at døma.

Verður hugt at gongdini í burðaravlopinum, er hon ein heilt onnur: við onkrum frávikum (mitt í 60-unum og síðst í 80-unum) minkar burðaravlopið javnt og samt alt hetta langa tíðarskeiðið úr 5-600 niður í minni en helvtina. Hetta er stóri munurin millum 50- og 60-árini og seinastu 10 árini:
• Sjálvt um fráflytingin í 50- og 60-árunum var í miðal áleið 240 um árið, var skaðin ikki so stórur, tí burðaravlopið var meir enn dupult so stórt. T.v.s. at fráflytingin tók bara knappa helvt av burðaravlopinum, og tí var framvegis ein hampiliga stórur fólkavøkstur.
• Stóri trupulleikin nú er tann, at burðaravlopið er minkað so nógv, at tað er ikki nógv størri enn miðal árliga fráflytingin, og so er ov lítið til at fylla aftur í holini eftir fráflytingina. Tá er vandi fyri at koma í eina ónda ringrás, har nýggju ættarliðini verða støðugt minni, og burðaravlopið kann minkað niður um fráflytingina.