Føðitíttleiki

Í nógvum londum er demografiska avbjóðingin eitt høvuðsmál í samfelagsmenningini: minkandi barnatal hevur við sær eina viknandi tilgongd til arbeiðsmarknaðin, samstundis sum øktur livialdur ger, at bólkurin av eldri fólki er vaksandi.  

Hetta er úrslit av eini gongd við fallandi føðitíttleika, sum gongur aftur til 1960-árini. Aftanfyri hesa gongd vóru samfelagsbroytingar í vinnuhátti og arbeiðsmarknaði, broytingar í familjumynstri og í samfelagsliga leiklutinum hjá kvinnum. Miðskeiðis í 60-unum komu nýggir og munagóðir møguleikar fyri fyribyrging og planlegging, og kvinnurnar kundu nú sjálvar gera av, hvussu nógv børn tær vildu hava. Tær gjørdust virknari á arbeiðsmarknaðinum og vunnu størri sjálvræði, eisini fíggjarliga.

Flestu staðni er føðitíttleikin nú blivin so lágur, at hann liggur millum 1,5 og 1,8 barn í miðal fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri. Hetta talið er ov lágt til at halda tørn í fólkatalinum – og enn týdningarmiklari: til at halda javnvág í samansetingini av aldursbólkum. Fyri at javnvág skal vera millum eldri og yngri ættarlið í einum samfelag, skal føðitíttleikin í minsta lagi verða oman fyri 2,0, tí umleið helvtin eru gentubørn og í miðal skal sostatt eitt gentubarn koma fyri hvørja kvinnu.

Føroyar eru tó eitt undantak frá hesi almennu gongdini, tí fallið í føðitíttleikanum hjá føroyskum kvinnum steðgaði á seinast í 1980-unum og hevur síðani ligið um 2,5. Við hesum hava Føroyar hægtsa føðitíttleikan av øllum londum í Europa.
 


Á myndini niðanfyri sæst, hvussu broytingin í føðitíttleikanum í Føroyum er farin fram síðstu nøkur og fjøruti árini:

- frá 1970 til 1990 fellur føðitíttleikin úr 3,5 niður á 2,5. Hetta fallið er eitt úrslit av, at føðitíttleikin hjá ungum kvinnum upp til 25 ár minkar nógv, meðan hann er óbroyttur hjá teimum, ið eru yvir 25 ár;
- frá 1990 til 2015 er føðitíttleikin óbroyttur, men mynstrið er broytt kortini, soleiðis at títtleikin í hesum tíðarskeiði flytir seg frá teim yngru kvinnunum tjúgu-ára aldrunum móti teimum í tríati-ára aldrinum.
 

Sum heild eiga kvinnur í Norðurlondum í miðal fleiri børn enn kvinnur í øðrum londum í Europa. Tá hetta verður umrøtt í altjóða høpi, verður ofta víst til ein familjuvinarligan almanna- og arbeiðsmarknaðarpolitikk. Og tó liggja Norðurlondini niðan fyri 2 børn í miðal fyri hvørja kvinnu. Undantakið eru Føroyar, sum enn eins og síðstu 20-25 árini liggja ovast við umleið 2,5 børnum fyri hvørja kvinnu.

Tá vit á myndini niðanfyri samanbera burðarviðurskiftini í Føroyum við hini Norðurlondini sæst, at føðitíttleikin er størstur í Føroyum í øllum aldursbólkum, frá teimum yngstu til tær elstu kvinnurnar. Tað er bert í Grønlandi, at føðitíttleikin er eitt sindur hægri hjá teimum 15-19 ára gomlu, men so er hann munandi lægri har í øllum aldursbólkum frá 20-árunum og eldri.


Tá vit sostatt kunnu staðfesta, at føðitíttleikin hjá føroyskum kvinnum er sera høgur og tann hægsti í Europa, kann tað tykjast øvugt, at barnatalið kortini er minkandi. Hetta hongur saman við tí veruleika, at við stóru fráflytingini av landinum undir  kreppuárunum 1990-95 hendi ein ógvislig minking av ungu kvinnuættarliðunum. Hendan minkingin hevur ongantíð rættað seg uppaftur.


Í 1990 vóru um7.000 kvinnur í aldrinum 20 til 40 ár. Nú eru tær um 1.700 færri. Sjálvandi fær tað álvarsliga ávirkan á barnatalið – og harvið á møguleikan fyri at tryggja javnvágina í fólkatalinum.