Fólkasamanseting, aldurs- og kynsbýti

So hvørt sum livialdurin er vaksin – og framhaldandandi fer at vaksa – samstundis sum føðitíttleikin er spakuliga minkandi, broytist fólkasamansetingin millum ung og gomul.

Henda gongdin fekk eitt rættiligt skump av tí stóru kreppuni í fyrru helvt í 1990-unum, tá hópflyting var av landinum, serliga av ungum einstaklingum og familjum.

Hetta sæst av myndini niðanfyri, har fólkið er býtt í tveir partar, kvinnur og menn yngri enn 40 ár og eldri enn 40 ár. Myndin vísir hvussu skeivleikin er øktur í tí rættiliga stutta tíðarskeiðnum frá 1985 til 2015.

Talið av teimum yvir 40 ár er vaksið javnt og samt, tilsamans fyri bæði kyn við 4.550 fólkum frá 1985 til 2015. Meðan talið av teimum yngri enn 40 ár er minkað við 7.900 fólkum í sama tíðarskeiði. 
 


Myndin niðanfyri vísir tær stóru broytingarnar, sum eru hendar í ungu ættarliðunum av kvinnum og monnum 20-29 ár og 30-39 ár. Størsta og mest álvarsliga broytingin er í talinum av ungum kvinnum og monnum í 20-29 ára aldri.

At tað júst er í hesum unga aldursbólkinum, har fólk finna saman í parlag og byrja at seta børn í verðina, kann siga nakað um møguligar avleiðingar av skeivleikanum í kynsbýtinum.
 


Á myndunum er sjónligur munur á talinum av monnum og kvinnum. Tað er tó ikki nakað nýtt fyribrigdi, at tað lutfalsliga eru færri kvinnur enn menn. Tað byrjaði spakuliga aftan á seinna heimsbardaga, og heilt fram til aldarskiftið er ójavnin vaksin. Fyri alt fólkatalið eru tað nú um 1.620 fleiri menn enn kvinnur. Um vit bert taka tey við, sum eru yngri enn 70 ár, er munurin enn størri, tí tá eru um 2.100 fleiri menn enn kvinnur.

 

Á myndini niðanfyri er munurin millum talið av kvinnum samanborið við talið av monnum í øllum 10-ára aldursbólkum, frá teim yngstu 0 til 9 ár til tey elstu yvir 90 ár. Stabbarnir, ið ganga til vinstru, vísa hvussu stórt “undirskotið” er av kvinnum (t.v.s. hvussu nógv færri kvinnur enn menn eru í tí aldursbólkinum). Stabbarnir, ið ganga til høgru, vísa “yvirskot” av kvinnum (t.v.s. hvussu nógv fleiri kvinnur enn menn eru í tí aldursbólkinum). Myndin talar týðiliga, at í øllum aldursbólkum upp í 70-árini er sonevnt “undirskot” av kvinnum, og ikki fyrr enn frá útvið 80 ára aldri eru kvinnur í meiriluta.




Høvuðsorsøkin til henda skeivleikan í kynsbýtinum er flytingin millum Føroyar og útlond soleiðis, at í fráflytingini eru nøkulunda javnt býti, men í tilflytingini (ella afturflytingini) eru nakað færri kvinnur enn menn.

Ein minni partur av orsøkini til skeiva kynsbýti er, at av teimum 600-650 børnunum, sum eru fødd á hvørjum ári, eru nakað færri gentur enn drongir. Hetta lutfallið liggur árliga um 49% gentur og 51% drongir.

At fleiri kvinnur eru í teim elstu aldursbólkunum kemur av, at tær liva longri enn menn.

Kynsbýtið í Norðurlondum
Hvussu hetta kynsbýtið er í Norðurlondum, sæst á myndini niðanfyri. Hon vísir, hvussu nógvar kvinnur eru fyri hvørjar 100 menn í ymisku Norðurlondunum. Er talið 100, er býtið javnt.

Í Íslandi Noregi, Svøríki og Álandi eru so at siga javnt býti, men tað er yvirvág av kvinnum í Danmark og Finnlandi, men “undirskot” av kvinnum í Føroyum og Grønlandi.
 

 

Her sæst hvussu nógvar kvinnur eru fyri hvørjar 100 menn í ymisku Norðurlondunum. Er talið 100, er býtið javnt.

Í Íslandi Noregi, Svøríki og Álandi eru so at siga javnt býti, men tað er yvirvág av kvinnum í Danmark og Finnlandi, men “undirskot” av kvinnum í Føroyum og Grønlandi.

Føroyska fólkapyramidan 1901, 1950, 1989 og 2015
Ein vanligur háttur at lýsa, hvussu fólkasamansetingin er í mun til aldur og kyn, er við sonevndari fólkapyramidu. Ein fólkapyramida kann vera gjørd við veruligu fólkatølunum. Oftast verður hon  tó gjørd við %-tølum, so hon vísir %-vísa býtið av fólkinum eftir aldri og kyni. Tá ber til beinleiðis at samanlíkna fólkasamansetingina í Føroyum í 1901 við 2015, hóast fólkatalið nú er meir enn tað trýdupulta – ella samanbera fólkasamanseting í londum, ið eru sera ymisk til støddar, sum t.d. Føroyar við Danmark, har fólkatalið er 116 ferðir størri.
 

 

Føroyar 1901: Tá høvdu vit eitt býti millum kyn og aldursbólkar, sum sæst í hesi fólkapyramidu við fyrimyndarlíknandi skapi. Hon er eitt úrslit av einum stórum áhaldandi fólkavøkstri upp gjøgnum alla 19. øld, við støðugt hækkandi føðitíttleika og fallandi deyðstíttleika. Ongin ávirkan er frá nakrari flyting millum Føroyar og útlond. Tí hevur fólkapyramidan eitt regluligt skap við breiðum botni, sum smalkar skjótt uppeftir.

Føroyar 1950: Alla fyrru helvt av 20. øld var stórur fólkavøkstur, tann størsti nakrantíð í Føroya søgu. Frá 1901 til 1950 vaks fólkatalið úr 15.230 til 31.781, tvs. meir enn tað dupulta. Hetta sæst aftur í fólkapyramiduni, sum er vaksin javnt í breiddini uppeftir. Serliga stórur vøkstur sæst í yngsta aldursbólkinum, og kemst hetta av at føðitíttleikin var serliga stórur í krígsárunum fyrru helvt í 1940-unum og nøkur ár eftir tað.

Føroyar 1989: Vøksturin í fólkatalinum heldur fram seinni helvt av 20. øld, tó ikki við somu ferð. Gongdin hetta tíðarskeiðið er nógv merkt av stórum sveiggjum frá kreppu og vinnuloysi í 50-árunum við rættiliga stórari fráflyting, til endurreisn í 60-árunum. Í 1970- og 80-árunum fer stór menning fram á øllum økjum, vinnuliga, búskaparliga, og føroyska vælferðarsamfelagið verður til í hesum tíðarskeiði.

Samfelagsliga framgongdin í 70- og 80-árunum sæst aftur í fólkapyramiduni, har bulurin nú er vælvaksin og trivaligur.

Men samstundis sæst nú fyri fyrstu fer, at tann yngsti aldursbólkurin 0-9 ár er minkaður og er enntá minni enn báðir teir eldru omanfyri. Hetta er ávirkanin av nýggju gongdini frá síðst í 60-árunum við minkandi føðitíttleika, m.a. tí betri møguleikar eru fyri fyribyrging, kvinnur koma í nógv størri mun enn áður út á arbeiðsmarknaðin, og familjumynstur broytast.

Føroyar 2015: Føroyar vóru í svárari kreppu undir búskaparliga skrædlinum árini 1989 – 95. Stórir partar av vinnulívinum fóru á heysin og arbeiðsloysið vaks upp í methæddir, onkur ár upp um 20%. Nógv mistu ikki bara arbeiðið men eisini hús og heim. Hetta førdi til eina sanna hópfráflyting av landinum. Hesi árini frá 1989 til 1995 er nettoflytingin av landinum heili 7.200 fólk, ungfólk, barnafamiljur og fólk í bestu árum. Burðaravlopið hesi árini bøtir nakað um hetta ógvisliga tapið, men kortini minkar fólkatalið tilsamans við 4.200 fólkum.

Eftir kreppuna vendu nøkur heimaftur, men nettotilflytingin, sum vardi árini 1996-2003 bleiv bara 2.580, samanborið við tey 7.200 sum fluttu av landinum árini frammanundan. Út við tveir triðingar av teimum, sum fóru, komu sostatt ikki heimaftur.

Um vit samanbera fólkapyramidurnar fyri 1989 og 2015 (sí omanfyri), er munurin sera sjónskur:

  • í 1989 er hon tjúkk og breið í aldursbólkunum yngri enn 40 ár, og so smalkandi uppeftir,
  • mótvegis 2015, har pyramidan er nógv tjúknað hjá teimum eldri enn 40 ár – og ógvisliga klænkað hjá teimum yngri enn 40 ár – og enntá blivin smalast júst í teim ungu aldursbólkunum, 20-29 ár, ið hava størstan týdning fyri framtíðar gongdina í fólkatalinum.  


 

Samanberandi fólkapyramidur fyri Føroyar, Danmark, Ísland og Grønland
Ein háttur at lýsa fólkasamansetingini í Føroyum, samanborið við støðuni hjá okkara grannum í Danmark, Íslandi og Grønlandi, er at samanbera fólkapyramidurnar fyri hesi londini. At tað er stórur munur sæst beinanvegin. 


Taka vit tann ovasta partin, tvs. aldursbólkarnar frá 40 árum og uppeftir, so hava bæði føroyska, danska og íslendska pyramidan eitt regluligt og javnt skapi, minkandi javnt uppeftir fyri bæði kyn. Grønlandska pyramidan líkist heilt frá, við stórum lopi frá 50-ára til 60-ára aldur – og so eru parturin av gomlum frá 80 árum og eldri ógviliga lítil, samanborið við hini londini.

Í botninum, tvs. fyri teir yngstu aldursbólkarnar undir 20 ár, er tað serliga Danmark, ið víkir frá, við at hesi yngstu eru munandi minni partur av fólkatalinum har enn í hinum londunum. Hetta kemur av, at føðitíttleikin í Danmark er nógv minni enn í Føroyum, Íslandi og Grønlandi.

Týdningarmiklasti og størsti munurin millum londini er í teim ungu ættarliðunum millum 20 og 40 ár. Her stendur best til í Íslandi og ringast til í Føroyum. Í høvuðsheitum kemur hetta av stóru árligu fráflytingini, sum hevur verið úr Føroyum av ungum fólki. Hetta er álvarsligt, tí hesi ættarliðini eru avgerandi fyri at tryggja framtíðar grundarlagið fyri landið.
Síðstu tvey árini hevur tó ein vend verið í flytingini millum Føroyar og útlond, har ein nettofráflyting er vend til eina nettotilflyting. Hvønn týdning hetta kann fáa fyri føroysku fólkasamansetingina ber ikki til at siga, tí vit ikki vita, um hetta er ein varandi vend í flytimynstrinum.