Inntøkujavni og fátækraváði

Inntøkubýtið og fátækraváði

Inntøkurnar hjá borgarum og húskjum eru drúgvasta grundarlagið undir teimum nýtslumøguleikum og tí verðsligu vælferð, sum standa okkum í boði. Eisini siga inntøkurnar og munurin ímillum hesar okkum nakað um, hvussu javnt býtið er í landinum. Á hesi síðu verða við ymsum mátum hesi viðurskiftir viðgjørd – hvussu er býtið og hvussu stórur er parturin, sum liggur undir ávísum marki.

Í hesari uppgerð koma vit ikki nógv inn á inntøkuviðurskifti hjá tí einstaka. Tey siga ikki nóg mikið um nýtslumøguleikarnar hjá tí einstaka, tí tað er í húskjum, at vit kasta saman. Ein persónur, sum hevur ein lítla inntøku, men sum livir saman við einum øðrum, ið hevur eina stóra inntøku, hevur størri nýtslumøguleikar, sjálvt um íkastið hjá honum er avmarkað. Soleiðis er húskisinntøkan betra mátið fyri vælferðini hjá hvørjum einstøkum, enn inntøkan hjá einstaklinginum sjálvum.

Og fyri at kunna samanbera húskini er neyðugt at rokna soleiðis, at atlit eru tikin, hvussu húskini eru samansett.

Í høgra borði her á síðuni eru greinar við talvum og stuttum teksti, sum viðgerða ymsu mátini, bæði fyri Føroyar samlað, á aldursbólkar, húskisbólkar, øki, og kyn.

Nógv ymisk hugtøk verða nýtt í hesum greinum, sum ikki eru vanlig og krevja nærri lýsingar. Umframt tær tríggjar frágreiðingarnar: "Um upplýsingargrundarlagið", “Hvat er javnvirðisinntøka?” og “Hvat er fátækraváði?” eru orðafrágreiðingar her á síðuni.

Útgreinaði hagtøl eru í hagtalsgrunninum.

Tann nýggja uppgerðin, sum er fyri árið 2015, vísir ikki stórar broytingar í mun til undanfarin ár. Høvuðsniðurstøðurnar eru tær somu við frávikum:

  • Ójavnin er minni í Føroyum enn í flest øðrum londum:
    Sonevnda Gini-vísitalið - eitt ójavnismát, ið gongur millum 0 og 100% - er 23,3 fyri Føroyar og t.d. 28,8 í Danmark. Ginið-talið er vaksið spakuliga frá 19,3 í 2009 til 21,6 í 2011 og nú 23,3 í 2015. Gini-talið varð støðugt árini 2012-14.
  • Færri fólk eru í fátækraváða í Føroyum enn flest øðrum londum:
    10,6% í Føroyum og 9,6% í Íslandi. 11-14% í hinum Norðurlondunum. Hesin parturin er tó vaksin nakað, frá 8,8% í 2009 og 8,5% í 2010 til nú 10,6% í 2015.
  • Parturin av fólkinum, sum er í fátækraváða, er størstur í Suðuroy og Sandoy:
    15-19% har, mótvegis 9-12% í hinum sýslunum. 
  • Tað er í húskisbólkinum støk uttan børn, at ójavnin í bólkinum sjálvum er størstur:
    Har er Gini-talið 29,6 samanborið við 23,3 fyri øll húski.
  • Stakir uppihaldarar eru mest í fátækraváða:
    63,8% fyri tey, sum hava barn 0-5 ár, og 39,4% fyri tey við barni 6-17 ár, samanborið við 10,6% fyri øll húski.
  • Eftir aldursbólkum eru tað tey 67 ára gomlu og eldru, sum eru nógv flest í fátækraváða:
    27,4%, og er parturin vaksin seinni árini. 67 ár o.e eru tættari uppi undir markinum fyri fátækraváða enn øll hini í fátækraváða.