Samlað og tøk innøka hjá persónum - inntøkubólkar

Samlað og tøk innøka hjá persónum - inntøkubólkar

Niðanfyri eru talvur sum vísa tal av persónum í ymiskum inntøkubólkum. Við í teljingini eru øll sum eru 15 ár og eldri og sum hava havt bústað í Føroyum alt árið.

Inntøka er allur tann peningur, sum er fingin til vega í gjøgnum árið, sum persónurin hevur møguleika at gera nýtslu av.
Inntøkan hjá einum persóni kann koma frá ymiskum keldum:

  • Løn fyri arbeiði og yvirskot frá egnum virki.
  • Veitingar frá tí almenna, so sum pensjón, dagpeningur, rentustuðul og lestrarstudningur.
  • Ognarinntøka, so sum rentuinntøkur, virðisbrævavinningur o.a. kapitalinntøkur.

Samlað inntøka hjá einstaklingum

Samlað inntøka er øll inntøka tilsamans áðrenn skatt.
Ein góð helvt av borgarunum liggja millum 0 og 250 tús. í inntøku í 2016. Ein góður triðingur liggur millum 200-400 túsund. Góð 20% liggja millum 400 tús. og 1 millión, og um 2%, ella 721 persónar, høvdu eina inntøku yvir milliónina í 2016.

Tøk inntøka hjá einstaklingum

Tøk inntøka er inntøkan eftir skatt

Eftir at allur skattur og gjøld eru drigin frá, er talið av persónum í teimum ymsu inntøkubólkunum nakað broytt.

Eftir samlaðari inntøku – áðrenn skatt - vóru yvir 15.000 føroyingar í teimum niðastu bólkunum – millum 0 og 200.000 kr. Eftir tøkari inntøku – eftir skatt – eru yvir 22.000 í somu bólkum. Hetta svarar til, at um 60% hava eina tøka inntøku millum 0 og 200.000 kr., um 37% hava tøka inntøku millum 200.000 og 500.000 kr. og restin - um 4% - liggja omanfyri 500.000 kr. í tøkari inntøku. 235 persónar – 0,6% - høvdu í 2016 yvir eina millión eftir at brúka, tá skatturin var goldin.

Í hagtalsgrunninum eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á aldur, øki og kyn.