Í fátækraváða fleiri fylgjandi ár

Í fátækraváða fleiri fylgjandi ár

Lívsgongdin hjá teimum flestu er soleiðis, at inntøkan kann sveiggja munandi. Til dømis kunnu fólk í útbúgving hava lága inntøku, og eftir lokna útbúgving veksur inntøkan. Somuleiðis minkar inntøkan ofta, tá fólk gevast á arbeiðsmarknaðinum. Eitt skifti í arbeiðsloysi og sjúka, sum hevur við sær minni arbeiðsvirkni, ávirkar sjálvandi eisini inntøkuna, og soleiðis kunnu nógv viðurskiftir í livinum hava við sær eina tíð við lágari inntøku.

Hyggja vit eftir gongdini seinastu trý uppgjørdu árini 2012-2015 og somuleiðis eftir fimm tey seinastu uppgjørdu árini 2011-2015, vóru ávikavist 2.063 og 1.056 fólk, sum øll árini hava verið í fátækraváða, tvs. høvdu eina inntøku, sum lá undir roknaða fátækramarkinum øll árini. Talið av fólki í kanningunum øll árini liggur um 47.000, og svarar tað soleiðis ávikavist til áleið 4% og 2%, sum liggja undir fátækraváða markinum fleiri fylgjandi ár.

Bæði fyri 3 og 5 ár á rað er býtið at kallað tað sama. Størsti parturin er av teimum 67 ár og eldri – ávikavist 47 og 51%. Næst størsti bólkurin er millum 25 og 54 ár við 19 og 18%.

Í hagtalsgrunninum eru meira útgreinaðir upplýsingar.