Fátækraváði og inntøkuglopp eftir aldri og kyni

Fátækraváði og inntøkuglopp eftir aldri og kyni

Tann aldursbólkurin, sum mest er í fátækraváða í 2015, og sum eisini hevur verið tað síðan fyrstu uppgerð í 2009, eru tey, ið eru 67 ár og eldri. Góð 27 prosent av teimum 67 ár og eldri hava eina javnvirðisinntøku, sum er niðan fyri fátækraváðamarkið, og tað er munandi fleiri enn fyri hinar aldursbólkarnar. Næststørsti bólkurin við stívliga 10% eru tey 0-17 ára gomlu.

Tað er tey 18-24 ára gomlu, sum lutfalsliga eru longst undir markinum fyri fátækraváða, tí inntøkugloppið millum teirra javnvirðisinntøku og fátækraváðamarkið er um 22%.

Elstu borgararnir, 67 ár og eldri - teir sum eru mest í fátækraváða - eru tættari uppi undir markinum fyri fátækraváða enn allir hinir bólkarnir við einum gloppi upp til fátækramarkið á 10,3%, har inntøkugloppið hjá teim 18-24 ára gomlu er meira enn 2 ferðir so stórt.

Fleiri kvinnur enn menn í fátækraváða
Av øllum føroyingum hava 10,6 prosent eina javnvirðisinntøku undir markinum fyri fátækraváða. Í flestu aldursbólkum er størri partur av kvinnum enn av monnum undir fátækraváðamarkinum. Størstur er munurin í elsta aldursbólkinum, har 31,4% av kvinnunum og 23,3% av monnunum vóru í fátækraváða.

Javnvirðisinntøka er inntøka, tá atlit eru tikin til talið av vaksnum og børnum í húskinum.

Øll mát eru roknaði við javnvirðisinntøku sum grundarlag.

Les meira um hvat javnvirðisinntøka er og hvussu hon verður roknað her.

Medianinntøkan (miðinntøkan) er tann mittasta inntøkan. Helvtin hevur størri inntøku og helvtin eina minni inntøku.

Vøksturin í median-javnvirðisinntøkuni frá 2009 til 2015 hevur fyri allar aldursbólkar verið um 13-16 % - uttan aldursbólkurin 67 ár o.e., sum hevur havt ein nakað minni vøkstur á góð 10% árini 2009-2015.

Í hagtalsgrunninum eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á aldur, øki og kyn.