Hvat er fátækraváði?

Hvat er fátækraváði?

Mest brúkta aðalmát fyri fátækt nevnist á enskum “at-risk-of-poverty”, sum mátar, hvussu stórur partur av borgarunum eru “í fátækraváða”. Vart skal gerast við, at hetta ikki er neyvt tað sama sum parturin av borgarum, ið veruliga eru fátækir – tí hann kenna vit ikki uttan at spyrja borgaran sjálvan um aðrar upplýsingar umframt hesar inntøkuupplýsingar.


Einans peningainntøkur mátaðar

Tað er bara peningainntøkurnar hjá borgarum og húskjum, sum verða mátaðarar.

Inntøka er allur tann peningur, sum er fingin til vega í gjøgnum árið, sum persónurin ella húski hevur møguleika at gera nýtslu av.

Inntøkan hjá einum persóni ella húski kann koma frá ymiskum keldum:

  • Løn fyri arbeiði og yvirskot frá egnum virki.
  • Veitingar frá tí almenna, so sum pensjón, dagpeningur, rentustuðul og lestrarstudningur.
  • Ognarinntøka, so sum rentuinntøkur, virðisbrævavinningur o.a. kapitalinntøkur.

Ágóðar frá samfelagnum verða ikki inntøkuførdar til dømis frí læknahjálp, frítt stovnspláss, ókeypis flutningur osfr. Eisini peningur sum óivað rennur ímillum húski eitt nú kunnu ungdómar ella onnur, sum búgva fyri seg sjálvan, fáa fíggjarligan styrk frá familjuni. Í øðrum førum kunnu fólk við lítlum pengainntøkum eiga pengar á bók, sum tey brúka av. Summi hava kanska rúmliga úrtøku av fiski, seyði ella øðrum. Og sjálvandi eru “svartar” peningainntøkur ikki við í grundarlagnum

Tann parturin av fólkinum, sum er í fátækraváða, er kortini tann parturin, sum mest sannlíkt er ringast fyri í landinum. Tey hava sannlíkt ikki somu ráðini til gerandisdagin.

Í ES er markið fyri fátækraváða roknað sum 60% av javnvirðis miðinntøkuni (menindia). Sí meira um javnvirðisinntøku.

Miðinntøkan (medianin) er tann inntøkan, sum skilir borgararnar í tveir eins stórar partar, so at eins nógv eru omanfyri sum niðanfyri miðinntøkuna. Median –javnvirðisinntøkan í 2015 var 222.335 kr. Tey sum liggja undir 60% av javnvirðismiðinntøkuni eru í fátækraváða.

Fyri at skilja fátækraváðamarkið er tað av týdningi at skilja, at her er talan um medianinntøku, sum avgerð fátækramarkið og ikki sum ofta verður ført fram miðalinntøkan í landinum. Eitt dømi: um Bill Gates flutti til Føroyar við allari sínari inntøku – ja so fingið vit við hesum máti neyvan fleiri fátøk. Hann hevði bert verið tann, sum legði seg ovast í ovari helvt av borgarunum. Median inntøkan hevði ikki flutt seg meiri enn 1 og soleiðis ikki ávirka medianinntøkuna nevnisvert og soleiðis heldur ikki fátækraváðamarkið. Tað er heldur eingin náttúrulóg sum sigur, at tað altíð eru borgarir sum liggja undir 60% av medianinntøkuni. Eitt dømi: Tað er møguligt, at lyfta øll sum eru undir fátækraváðamarkinum uppum, uttan at hetta ávirkar medianinntøkuna í landinum og soleiðis eina støðu við ongum borgara fátækraváða.