Hvat er javnvirðisinntøka?

Hvat er javnvirðisinntøka (Equivanlence income)?

Fyri at kunna samanbera øll húski uttan mun til stødd og finna nýtslumøguleikarnar hjá tí einstaka í húskinum, er neyðugt at umrokna ta tøku inntøkuna, eftir hvussu húskið er samansett. Tvs. at neyðugt er at rokna eina javnvirðisinntøku (equivalent income).


Javnvirðisinntøka

Javnvirðisinntøka er inntøkan hjá tí einstaka, tá atlit eru tikin til hvørjum húski tann einstaki býr í. Hvussu nógv vaksin og hvussu nógv børn eru í húskinum.

Inntøkan hjá húskinum sigur meiri um, hvørjar nýtslumøguleikar tey einstøku í húskinum hava, enn inntøkan hjá tí einstaka. Eitt stórt húski má hava størri samlaða inntøku enn eitt lítið, tí tað kostar meiri at uppihalda einum stórum húski. Men samstundis eru eisini fyrimunir í einum stórum húski. Eitt húski við fimm fólkum skal ikki rinda alt fimm ferðir (t.d. el, olju, hvítvørur, kringvarpsgjald osv). Tí er ikki neyðugt, at øll í tí stóra húskinum skulu hava somu miðalinntøku, sum tey støku, fyri at hava somu nýtslumøguleikar.


Roknidømi

Tá javnvirðisinntøkan verður roknað, verða persónarnir í húskinum vigaðir ymiskt. Tann fyrsti vaksni telur 1, næsti vaksni telur 0,5 og børn undir 14 ár telja 0,3.
Dømi: Vit hava tvey húski, har annað er ein stakur persónur uttan børn, við eini tøkari inntøku á 200.000 krónur, og hitt eitt húski við tveimum vaksnum við tveimum børnum og eini tøkari inntøku upp á 420.000 kr. Tann staki hevur eina javnvirðisinntøku upp á 200.000 kr. Í seinna húskinum skal inntøkan vigast: 1 fyri fyrsta vaksna, 0,5 fyri næsta og 0,3 fyri hvørt barnið. Samlaða inntøkan hjá hesum húskinum skal so býtast við 2,1 (1+0,5+0,3+0,3) fyri at fáa javnvirðisinntøkuna hjá hvørjum persóni. Í hesum døminum verður javnvirðisinntøkan hjá seinna húskinum 420.000 kr. býttar við 2,1. Tað gevur eisini 200.000 kr. Sostatt eru persónarnir í báðum húskjunum í somu støðu og hava somu nýtslumøguleikar – hjá øllum er javnvirðisinntøkan 200.000 kr.

Øll í húskinum, børn sum vaksin, fáa tillutað somu javnvirðisinntøku.

Til at rokna javnvirðisinntøku kunnu nýtast ymiskir hættir, sí OECD

Hvør máti, ið verður valdur, hevur sjálvandi ávirkan á, hvat úrslit kemur burturúr. Altjóða er ikki semja um, hvør máti skal nýtast. Vit á Hagstovuni hava valt mátan hjá ES, sum er ”OECD modified scale”. Tað er eisini hátturin nýttur verður í Norðurlondum.


Markið fyri fátækraváða

Fyri 2015 er markið fyri, nær ein er í fátækraváða, ein roknað javnvirðisinntøka á 133.400,8 kr. Tað vil siga, at:

  • ein stakur, sum hevur eina húskisvekt á 1, skal hava eina tøka inntøku á 133.400,8 kr. fyri ikki at fella undir markið;  
  • eitt húski við einum støkum við einum barni hava eina tøka inntøku á 133.400,8*1,3 = 173.421 kr. fyri ikki at fella undir markið fyri fátækraváða, og
  • eitt húski við tveimum vaksnum og 3 børnum skal hava eina tøka inntøku á 133.400,8*2,4= 320.162 kr. osfr.