Fátækraváði og javnvirðisinntøka í húskisbólkum

Fátækraváði og javnvirðisinntøka í húskisbólkum

Húskini eru í trimum høvuðsbólkum:

  • Ein vaksin (stakur), við ella uttan børn
  • Tvey vaksin, við ella uttan børn
  • Trý ella fleiri vaksin (stórhúski), við ella uttan børn

Í hesum høvuðsbólkum eru so tríggir undirbólkar:

  • Uttan børn
  • Yngsta barn 0-5 ár
  • Yngsta barn 6-17 ár

Her er stórur munur á støðuni hjá ymisku húskjunum: í støku húskjunum eru millum 40 og 64% í fátækraváða, meðan tað bert snýr seg um 3 til 12% hjá øllum hinum húskjunum.

Serliga er tað støðan hjá støkum uppihaldarum við smábørnum, sum skilir seg burturúr, har heili 64% liva í fátækraváða.

Í hinum høvuðsbólkunum eru tað lutfalsliga fá, sum eru undir markinum fyri fátækraváða. Tað er tó yvirhøvur soleiðis, at innan fyri hesar høvuðsbólkarnar eru tað húskini við smábørnum, har lutfalsliga flest eru undir hesum marki.

Inntøkugloppið (Poverty Gap) er ein nærri lýsing av teimum, ið eru undir markinum fyri fátækraváða. Tað sigur, hvussu langt tey, sum eru í fátækraváða í teim ymisku húskisbólkunum, liggja undir tí fátækraváðamarkinum, ið er fyri øll. Jú minni talið er, minni er gloppið, og øvugt. Tvs. jú styttri gloppið er, jú nærri uppi við fátækraváðamarkinum. Jú hægri talið er, jú longri niðanfyri markið liggja tey.

Í bólkinum tvey vaksin við smáum børnum var minsta inntøkugloppið. Tað vil siga, at umframt tað, at lutfalsliga fá í hesum bólki eru í fátækraváða, so lógu hesi sum heild tætt uppi undir fátækraváðamarkinum.

Í bólkinum stakir uppihaldarar við størri børnum var størsta inntøkugloppið upp á góð 25%. Hetta herðir ta støðuna, sum sæst í talvuni um fátækraváða hjá hesum bólki: her vóru lutfalsliga nógv í fátækraváða, og haraftrat lógu hesi longst niðanfyri fátækraváðamarkið, samanborið við aðrar húskisbólkar.

Samanumtikið vísa hesi tvey mátini, at jú færri vaksin eru í húskinum størri møguleiki er fyri at verða í fátækraváða. Tað er yvirhøvur so, at húskini við tveimum, trimum ella fleiri vaksnum standa seg best í hesum hagtalsligu inntøkumátunum.


Javnvirðisinntøka er inntøka tá atlit eru tikin til talið av vaksnum og børnum í húskinum.

Øll mát eru roknaði við javnvirðisinntøku sum grundarlag.

Les meira um hvat javnvirðisinntøka er og hvussu hon verður roknað her.

Median (miðinntøkan) er tann mittasta inntøkan. Helvtin hevur størri inntøku og helvtin eina minni inntøku.

Samanumtikið hava ein vaksin húskini havt ein vøkstur í median-javnvirðis inntøkuni á um 2-3%. frá 2012-2015, meðan tvey vaksin húski hava havt ein vøkstur á 5-7%. Stór húskini hava havt ein vøkstur á 6-7%

Í hagtalsgrunninum eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á aldur, øki og kyn.