10,5% av føroyingum í fátækraváða í 2017

10,5% av føroyingum í fátækraváða í 2017

At verða í fátækraváða (á enskum nevnt “at-risk-of-poverty”) er í ES og londunum við plaga at samanbera okkum við, at hava eina inntøku, sum er undir 60% av mið-javnvirðisinntøkuni (medianini) fyri allar borgarar í landinum. Sí meira her um hvussu javnvirðisinntøkan er roknað, og um hvat fátækraváði er.

Gott 5.000 føroyingar høvdu í 2017 eina javnvirðisinntøku, ið var so lág, at tey vóru í fátækraváða. Hetta svarar til 10,5% av øllum. Fyrsta uppgerðarár 2009 var parturin 8,9%.

Markið fyri fátækraváða 2017

Í Føroyum var markið fyri, nær ein persónur var í fátækraváða í 2017, roknað til 143.556 kr. í javnvirðisinntøku. Hetta svarar til tøku inntøkuna, sum ein stakur persónur skuldi hava, fyri ikki at fella undir markið fyri fátækraváða. Eru fleiri persónar í húskinum, broytast mørkini fyri, nær persónarnir í húskinum eru í fátækraváða – sí hvussu roknað verður her.

Fátækraváðagloppið

Eitt mát at lýsa tey sum liggja undir markinum fyri fátækraváða er sonevnda fátækraváðagloppið (Poverty Gap).

Tað er gloppið frá markinum fyri fátækraváða niður til miðinntøkuna hjá øllum teimum, sum liggja undir fátækramarkinum. Jú størri hetta gloppið er, jú fleiri liggja langt undir markinum fyri fátækraváða.

Í Føroyum var fátækragloppið 13,9% í 2017. Tað vil siga, at miðinntøkan hjá borgarum í fátækraváða lá 13,9% undir fátækramarkinum.

Samanborið við grannalondini, sum liggja um 20% var fátækraváðagloppið nógv minst í Føroyum. Við øðrum orðum: tey sum vóru undir fátækramarkinum í 2017 og eins sum undanfarin ár, lógu væl tættari uppi undir markinum enn í hinum Norðurlondunum. Kelda: Eurostat