Gini –vísital og fimtingslutfall

Gini –vísital og fimtingslutfall

Við ymiskum uppsetingum av hagtølum ber til at lýsa, hvussu javnt ella ójavnt inntøkurnar eru býttar í einum landi. Í hesi grein brúka vit tvey ymisk hagtalsmát, sum vísa, hvussu býtið er:

  • Fimtingslutfall
  • Gini-vísital

Hetta er altjóða leistur, og tí ber til at samanbera Føroyar við onnur lond.
Í hesum útrokningunum verða ikki vanligu inntøkurnar hjá borgarunum ella húskjunum brúktar. Brúkt verður eitt javnvirðismát, sum er eitt roknað mát fyri, hvussu nógv tey ymsu húskini hava til nýtslu eftir skatt. Hetta verður nevnt javnvirðisinntøka (equivalence income).

Javnvirðisinntøkan verður roknað fyri hvørt húski sær, sum samlaða inntøkan eftir skatt, men lagt verður upp fyri, hvussu stórt húskið er. Eitt stórt húski hevur á fleiri økjum færri útreiðslur upp á seg fyri hvønn persón. Við at leggja upp fyri støddina á húskinum, fæst eitt standariserað mát fyri, hvussu møguleikarnir hjá samlaða húskinum eru at nýta sína inntøkur. Síðini ber til at býta javnvirðisinntøkuna hjá húskinum við tali á fólkum í húskinum fyri at fáa javnvirðisinntøkuna hjá tí einstaka. Eftir hesum leisti, verður hon eins fyri øll í húskinum. (Si nærri lýsing av javnvirðisinntøku her).

Fimtapartslutfallið
Her verða borgararnir býttir í 5 eins stórar partar eftir javnvirðisinntøku. Síðani verður roknað, hvussu stóran part av javnvirðisinntøkuni ríkasti fimtiparturin ræður yvir samanborðið við tann fátækasta fimtapartin.

Í Føroyum er ríkasti fimtiparturin í 2015 - 3,2 ferðir ríkari enn fátækasti fimtiparturin. Sum talvan vísir, hevur hetta mát verið støðugt seinastu árini - er vaksið 0,4 stig siðan 2009.

Gini-vísitalið
Gini-vísitalið er eitt annað mát fyri, hvussu javnvirðisinntøkurnar í samfelagnum eru býttar. Um øll hava somu inntøku er talið null, og hevur eitt húski alla inntøkuna, er talið 100%.

Nevnast kann, at tá talan er um hesi bæði mát liggja Føroyar í lægsta endanum, tá samanborið verður við okkara grannalond. Føroyar er áleið sama støði sum Ísland við 3,4 í fimtingslutfalli og 23,6 í gini-tali, meðan Danmark er tað norðurland við hægst ójavna. Gini–talið í Danmark í 2015 var 27,4 og fimtingslutfallið 4,1. Samanumtikið er tað soleiðis, at jú longri ein flytur seg burtur frá norðurlondunum,  jú hægri gerast hesi mát og sostatt ójavnin. Meiri kann lesast á síðunum hjá teimum norðurlendsku hagstovunum og Eurostat. 

Í hagtalsgrunninum eru meira útgreinaðir upplýsingar viðvíkjandi gini-tali og fimtingslutfalli, bæði á aldur, húskisbólkar, øki og kyn.