Inntøkubýti í húskisbólkum

Inntøkubýti í húskisbólkum

Gini-talið er eitt javnbýtistal. Talið sigur, hvussu javnt inntøkubýtið er fyri øll húski í landinum, og fyri hvønn húskisbólkin sigur talið, hvussu javnt inntøkubýtið er  innanhýsis í bólkinum sjálvum – jú lægri tal, jú javnari býti.

Lægsta Gini-tal og harvið javnasta inntøkubýti finna vit í stórhúskjunum, væl javnari enn miðal fyri alt landið. Í øllum hinum húskisbólkunum, støkum uttan børn undantikin og tveimum vaksnum uttan børn, var Gini-talið á leið sum landsmiðal.
 

Bólkurin við støkum uttan børn skilur seg burturúr við hægsta Gini-tali – næstan 30 og tí ójavnasta býtinum. Óivað er orsøkin, at hetta er minst einsháttaði  ella ymiskt samansetti húskisbólkurin. Partur av hesum bólki eru pensjonistar, har nógv bert hava almannapensjónina, meðan onnur hava aðrar inntøkur. Her eru eisini lesandi og onnur ung, ið búgva fyri seg sjálvan, men uttan stórvegis inntøku. Og her eru onnur støk í góðum árum og við góðum inntøkum. So inntøkumøguleikarnir er meira ymiskir her enn í nøkrum øðrum av húskisbólkunum.

Sonevnda fimtingslutfallið lýsir inntøkuójavnan sum lutfallið millum fimtingin við teim hægstu inntøkunum og fimtingin við teim lægstu inntøkunum. Her sæst sama myndin sum við Gini-talinum omanfyri: at ójavnin er minstur millum stórhúskini, at hann er størstur millum tey støku uttan børn, og at hjá øllum hinum húskisbólkunum liggur fimtingslutfallið javnt á leið sum miðal fyri landið.

Í hagtalsgrunninum eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á aldur, øki og kyn.