Inntøkubýtið í sýslunum

Inntøkubýtið í sýslunum

Tølini fyri sýslurnar í 2015 eru, við smærri frávikum, á leið tølini fyri allar Føroyar undir einum. Í Norðstreymoyar sýslu er inntøkumunurin tann lægsti, har tey í fimtinginum við hægstu inntøkunum hava 3 ferðir meira at ráða yvir, enn fimtingurin við teimum lægstu inntøkunum og hava tað lægsta gini–talið á 21,9. Spennið millum inntøkurnar er størst í Sandoyar sýslu – 3,5 í fimtingslutfalli og 25,3 í gini-talið.

Hóast munurin ikki er stórur, so hækka bæði mátini við undantøkum nakað frá 2014 til 2015, í nærum øllum sýslum og fyri alt landið.

Gini-vísitalið er eitt mát fyri, hvussu javnvirðisinntøkurnar í samfelagnum eru býttar. Um øll hava somu inntøku er talið null, og hevur eitt húski alla inntøkuna, er talið 100%. Við øðrum orðum: jú lægri Gini-tal, jú javnari inntøkubýti – jú hægri Gini-tal, jú ójavnari býti.

Í hagtalsgrunninum eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á húskisbólkar, aldur, øki og kyn.