Inntøkuuppgerð - Orðalýsingar

Orðalýsingar
InntøkaInntøka er tann peningur sum er fingin til vega ígjøgnum árið, sum persónurin ella húskið hevur møguleika at gera nýtslu av.
Inntøkan hjá einum persóni ella húski kann koma frá trimum ymiskum keldum.
Løn fyri arbeiði og yvirskot frá egnum virki.
Veitingar frá tí almenna, so sum pensjón, dagpeningur og lestrarstudningur.
Ognarinntøka, sum til dømis rentuinntøkur og virðisbrævavinningur.
Tøk inntøkaEr inntøka eftir skatt
JavnvirðisinntøkaJavnsvirðisinntøka (Equivalent income) er ein vektað inntøka, sum verður roknað fyri at kunna sammeta nýtslumøguleikarnar í húskjunum, óheft av stødd og samanseting á húskjum.

Eitt stórt húski má hava størri inntøku enn eitt minni húski fyri at hava somu nýtslumøguleikar, tað kostar jú meiri at føða og klæða eitt stórt húski enn eitt minni húski. Men tað eru eisini stórrakstrarfyrimunur at liva í einum stórum húski. Tað er ikki soleiðis, at um eitt húski er fimm fólk, so hevur tað brúk fyri øllum fimmfaldað (td. av elorku, hvítvørum, osfr.) í mun til ein stakan persón og soleiðis er ikki neyðugt, at tað stóra húski hevur somu miðalinntøkuna fyri hvørt fólk, sum tann staki, fyri at hava somu nýtslumøguleikar.

Til at rokna javnvirðisinntøku kunnu nýtast ymiskir hættir sí.... Alt eftir hvør máti ið valdur verður, hevur sjálavndi ávirkan á hvat úrslit ið kemur burturúr. Altjóða er ikki semja um hvør máti skal nýtast. Vit á Hagstovuni hava valt mátan hjá ES sum brúkar ”OECD modified scale” har fyrsti vaksni í húskinum hevur vektina 1, onnur vaksin hava vektina 0,5 og børn 14 ár og yngri 0,3. Tað vil siga, at eitt húski við tveimum vaksnum og tveimun børnum hevur ein javnvirðisvekt á 2,1.
HúskiEitt húski er ein ella fleiri persónar sum liva og virka saman á sama bústaði.
HúskisbólkarHúskini eru býtt upp í 3 høvuðsbólkar - støk, 2 vaksin, og stórhúski. Støk húski er stakir persónar yvir 18 ár, sum antin liva einsamallir ella saman við børnum frá 0-17 ár. Tvey vaksin eru tveir vaksnir persónar yvir 18 sum búgva saman, antin einsamallir ella saman við børnum undir 18 ár. Stórhúski eru húski, sum ikki lúka treytirnar fyri støk og 2 vaksin. Tað er 3 ella fleiri vaksnir persónar yvir 18 ár sum búgva saman og sum kunnu hava børn 0-17 ár búgvandi hjá sær.
Onki krav er um at fólk í húskinum skulu vera í familju ella vera gift.

Bólkarnir eru hesir á mest útgreinaða stigi:
Støk, ongi børn
Støk, yngsta barn 0-5
Støk, yngsta barn 6-17
Tvey vaksin, ongi børn
Tvey vaksin, yngsta barn 0-5
Tvey vaksin, yngsta barn 6-17
Stórhúski, ongi børn
Stórhúski, yngsta barn 0-5
Stórhúski, yngsta barn 6-17

Húskini eru samansett eftir hvussu skrásetingarnar í Landsfólkayvirlitinum vóru 31.12.2010

Tað er eitt krav at ein í húskinum skal verða skattskyldugur alt árið (365 dagar)
KvantilarKvantilar eru býti av fólkinum í javnt stórar partar. Eru kvantilarnir 10, er fólkið skift sundur í 10 eins stórar bólkar, sum eita decilar.
Fyrsti decilurin er tann tíggjundaparturin av fólkinum, sum hevur hægstu inntøkuna. Annar decilurin er tann tíggjundaparturin av fólkinum, sum hevur næsthægstu inntøkurnar, o.s.fr.
Gini- taliðEr eitt tal sum lýsir ójavnan í inntøkubýtinum og liggur millum 0 og 100%. Um øll hava somu inntøku er talið null og hevur eitt húski alla inntøkuna er talið 100. Talið verður roknað út frá Lorenz-boganum. Er bogin áraka 45 gradir linjuna er Ginitalið 0. Tað kann einans henda um inntøkubýtið er heilt javnt. Er tvørturímóti talan um totalan ójavna, spennur bogin yvir alla víddina undir 45 gradir linjuni.
MiðinntøkaMiðinntøkan er tann mittasta inntøkan. Helvtin av borgarunum hevur størri inntøku og helvtin minni.
Fátækraváði (Risk of poverty)Parturin av fólki í fátækraváða er sambært ES mátinum tann parturin av fólkunum, sum hevur minni inntøku enn 60% av miðinntøkuni.
Fimtingsmát (80/20 mátið)Er eitt mát at lýsa ójavna millum bólkar av fólkinum og er munurin ímillum miðalinntøkuna hjá fimtapartinum av fólki við størstu inntøkunum í mun til miðalinntøkuna hjá fimtapartinum við lægstu inntøkunum.
InntøkugloppiðÁ enskum nevnt "poverty gap". Inntøkugloppið er roknað sum lutvísi munurin millum median inntøkuna hjá teimum undir markinum fyri fátækraváða og sjálvt markið fyri fátækraváða.
Dagført: juni 2012