Fátækraváði og inntøkuglopp á sýslur

Fátækraváði og inntøkuglopp á sýslur

Borgarar í fátækraváða í Føroyum telja 10,6% í 2015. Í Suðurstreymoyar, Norðoya og Eysturoyar sýslum er parturin minni. Fátækraváðin í tveimum av sýslunum, Sandoyar og Suðuroyar sýslum, er munandi hægri enn í landinum annars, við ávikavist 19,2% og 15,4% av borgarunum.
Frá 2014 til 2015 minkar fátækraváðin í sýslunum yvirhøvur. Einans í Eysturoyar sýslu er ein vøkstur.

Inntøkugloppið
Við inntøkugloppinum verður lýst, hvussu langt miðinntøkan hjá teimum, sum liggja undir markinum fyri fátækraváða, er frá sjálvum inntøkumarkinum fyri fátækraváða. Inntøkugloppið verður roknað sum lutfallið millum miðinntøkuna hjá teimum undir markinum og sjálvt inntøkumarkið fyri fátækraváða.

Tá talan er um inntøkuglopp, liggja flest allar sýslur á sama støði sum landið. Tað øki, sum víkir nakað frá landinum yvirhøvur, er Suðurstreymoy við 13,7%. Tað vil siga at í hesum øki eru tey, sum eru í fátækraváða, lutfalsliga longri niðan fyri markinum fyri fátækraváða enn í hinum sýslunum.

Javnvirðisinntøka er inntøka tá atlit eru tikin til talið av vaksnum og børnum í húskinum.
Øll mát eru roknaði við javnvirðisinntøku sum grundarlag.
Les meira um hvat javnvirðisinntøka er, og hvussu hon verður roknað her.
Medianinntøkan (miðinntøkan) er tann mittasta inntøkan, har helvtin hevur størri inntøku og helvtin eina minni inntøku.

Í 2015 er javnvirðis miðinntøkan í Suðurstreymoy áleið 7.000 kr. hægri enn tann í Norðoyggjum, har hon er næsthægst, og um 35.000 hægri enn tann í Sandoyar sýslu, har miðinntøkan er tann lægsta í landinum. Vága, Eysturoyar, Norðoya og Norðstreymoyar sýslur hava áleið somu miðinntøku, meðan Sandoyar og Suðuroyar sýslur liggja í lægra endanum.
Í mun til 2014 hækkar miðinntøkan í 2015 við 2-3% í Norðoya, Eysturoyar og Vága sýslum. Ì hinum sýslum er vøksturin um 0,5-1%

Í hagtalsgrunninum eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á húskisbólkar, aldur, øki og kyn.