Upplýsingargrundarlagið í inntøkuuppgerðini

Upplýsingargrundarlagið

Hagtølini eru gjørd og skipað á sama hátt, sum ES lond gera, og tí eru tey eisini sambærilig tvørtur um landamark. Kortini verður dentur lagdur á, at samanberingin skal lesast við fyrivarni, tí inntøku- og skattaviðurskifti eru so ymiskliga skipað í londunum.

Grundarlagið undir uppgerðini av hagtølunum um inntøkur eru fyrisitingarligu skráirnar hjá TAKS og Landsfólkayvirlitinum.


Inntøkuupplýsingar

Upplýsingarnar um inntøkur skrásetir TAKS frá árligu skattauppgerðini og kapitalvinningsuppgerðini hjá borgarunum. Haraftrat hevur TAKS upplýsingar um útgjøld eittnú veitingar til borgararnar um samtíðarskattaskipanina, sum eisini eru brúktar í hesum hagtølunum. Somuleiðis eru upplýsingar frá TAKS um rentustuðul tiknar við í uppgerðina.

Aðrar upplýsingar um inntøkur eru frá Studna, ið letur lestrarstudning til føroysk lesandi.

Samanlagt geva hesar upplýsingar eina góða mynd av inntøkuviðurskiftunum hjá landsins borgarum, tí flest allar inntøkur eru komnar við í uppgerðina.

Onkur lýti eru eyðvitað, tí grundskrásetingarnar ikki altíð eru skipaðar á besta hátt til hagtalsuppgerðir. Eitt nú hava vit ikki í øllum førum havt fullfíggjaðar upplýsingar um slag av inntøku – um t.d. talan er um veitingar frá tí almenna, løn, samsýningar, eftirlønir ella annað.

Ein onnur kelda til møguligar skeivleikar er restandi vitanin um inntøkur frá privatum uppsparingum til eftirløn, sum ikki eru skattskyldugar.

Veitingar millum húsarhald – so sum uppihaldspeningur til børn og maka, gávur o.a. – eru ikki við í uppgerðini, tí vit hava ongar upplýsingar um upphæddirnar. Hesar veitingar millum húsarhald ávirka ikki samanløgdu inntøkurnar, men kunnu saktans hava ávirkan á býtið millum húsarhaldini.

At enda kann tað vera ein kelda til skeivleikar, at skattauppgerðin hjá nøkrum borgarum ikki hava verið innlætnar ella liðugt viðgjørdar.


Fólkið skift á húski

Allir borgarar eru skrásettir í Landsfólkayvirlitinum at búgva á eyðmerktum bústað. Eftir tí eru allir borgarar flokkaðir í húski.

Eitt húski er sostatt at rokna sum borgarar við bústaði á somu eyðmerktu adressu.

Tað er at vænta at fyri hvørt ár sum gongur verða skrásetingarnar í Landsfólkayvirlitinum betraðar, og tí fer næsta uppgerðin av hesum slag at vísa betri samansetingina, tá hon verður gjørd komandi ár.