Kommunufíggjartøl

Kommunufíggjartøl

Kommunufíggjartølini fyri árini 1993 til 2013 byggja á innsavnaðar roknskapir hjá kommununum og kommunalu stovnunum.

Í tíðarskeiðnum frá 1993 til í dag hava kommunurnar brúkt tveir leistir til roknskapirnar. Raksturin og íløgurnar vóru fram til 2009 býtt eftir virkisøkið, sum til dømis “skúla og mentamál”, “almanna og heilsumál”. Harumframt vóru tølini eisini skipaði eftir útreiðsluslag sum t.d. starvsfólka- og rakstrarkostnaðir.

Frá 2010 var innsavning av kommunuroknskapum broytt, so virkisøkini ikki kundu samanberast aftureftir. Til ber tó at greina útreiðslurnar eftir COFOG skipanini. Tað er ein altjóða frymil sum alheims hagstovur brúka.

Frá 1993 fram til 2002 høvdu kommunurnar yvirskot á rakstrinum og niðurgoldu skuld. Í 1993 skyldaðu kommunurnar meira enn 3 ferðir skattainntøkuna. Rentuútreiðslurnar hjá kommununum vóru yvir 40% av samlaðu skattainntøkunum í 1993, men minkaðu fram til 2002. Síðan tá hava rentuútreiðslurnar verið undir 5% av skattainntøkuni.

Frá 2003 og nøkur ár fram javnvigaði raksturin hjá kommununum. Fyrstu árini við lítlum rakstraravlopið. Í 2008 høvdu kommunurnar stórt rakstrarhall, og var tað serliga vegna stórt íløguvirksemi. Hallið minkaði nógv aftur í 2009, tí íløguvirksemi fall munandi. Kommunuskuldin var við árslok 2009, um helvtin av skattainntøkuni. Seinastu árini hevur kommunuraksturin javnvigað, frá 2010 til 2012 við smáum yvirskotum og í 2013 var eitt lítið undirskot.

Tað eru 30 kommunur í Føroyum, og tað er ymiskt hvussu hvør einstøk kommuna er fyri fíggjarliga og í hvønn mun tær hava gjørt íløgur seinnu árini. Í hagtalsgrunninum eru fleiri kommunufíggjartøl, bæði undir Almenn fyrisiting og tænasta og Kommunu fíggjartøl.