Nýskapan

Endamálið við hagtølum um Nýskpan er at gera eina heildaruppgerð av, hvussu nýskapandi tann føroyska vinnan er. Tá vit í hesum sambandi tosa um nýskapan, verður fyrst og fremst hugsað um, í hvønn mun fyritøkur eru komnar á marknaðin við nýggjum ella munandi betri produktum og eisini í hvønn mun nýggir arbeiðshættir eru verksettir. Umframt hetta verður hugt at øðrum nýskapanum, ið hava við virkisbygnað og marknaðarføring at gera, eins og hugt verður eftir íløgum, nýskapanarvirksemi, stuðli, samstarvi, kunningarkeldum og forðingum fyri nýskapan.

Í høvuðsheitum hava úrslitini víst at:

- Sammett við ES og Norðurlond eru lutfalsliga nógvar av spurdu fyritøkunum, góð 50 %, nýskapandi. Av hesum eru 47% produkt og tilgongdar nýskapandi (PT nýskapandi).

- Ábendingar eru um, at nýskapanin í føroysku vinnuni, samanborið við onnur lond, hevur avmarkað nýggjheitsvirði og lítið verður gjørt fyri, við formligum hættum, at verja nýskapanir

- Staðfestast kann, at útreiðslur hjá vinnuni til nýskapan í 2004 vórðu 210 mio. kr. Meginparturin av útreiðslunum, heili 71%, fer til keyp av kapitalapparati, meðan ein lítil partur, bert 10%, fer til G&M.

- Stórsta forðingin er vantandi tørvur á nýskapan, serliga í vinnugreinum har nýskapanarstigið var lægri. Hinvegin vóru førleiki og kunning forðingar av lutfalsliga stórum týdningi hjá onkrum av mest nýskapandi vinnugreinunum.

- Mest nýskapandi vinnugreinarnar eru fíggjarvinna, vitanartænasta og framleiðsla. Meðan danska vinnan er nógv meira nýskapandi innan virkisbygnað, er føroyska vinnan meira PT nýskapandi.

Produkt, tilgongd og PT

Vejra

Útreiðslur

Forðingar

Virkisbygnaður