Nýskapan ikki glæsilig

Nýskapan ikki glæsilig

Nýskapan verður, eisini í hagtalssamanhangi, flokkað eftir nýggjheitsstigi, skift á nýskapanir, ið einans eru nýggjar fyri fyritøkuna sjálva og nýskapanir, sum eru nýggjar fyri heimin. Endamálið við nýskapan er antin at bróta kend mørk, og harvið at gera veruligar innrásir á heimsmarknaðin, ella at finna framleiðslu og rakstrarhættir, ið eitt nú lækka kostnaðin munandi, soleiðis at eisini kappingarførið kann betrast munandi. Endamálið er altíð, í størri ella minni mun, búskaparligur vøkstur, við fleiri inntøkum og/ella lægri kostnaði.

Spurningurin er á hvørjum stigi føroyska nýskapanin liggur. Føroyska nýskapanin tykist ikki í stóran mun at vera "nýggj fyri heimin". Fyri hesum tala bæði lága G&M innihaldið og avmarkaða verjan av nýskapanum. Hinvegin er nakað av umsetningi í produktum, sum eru nýggj á marknaðinum, men er talan um føroyska heimamarknaðin, ella part av hesum, er "nýggjheitsstigið" helst avmarka, sæð í heimshøpi. Hugsandi er, at føroyskar fyritøkur í ávísan mun leggja seg eftir at menna produkt og tilgongdir, sum aðrar útlendskar fyritøkur longu hava gjørt frammanundan. Eitt annað orð fyri hetta er "herming" og slíkt virksemi kann helst í fleiri førum vera skilabetri, enn stórar vágafullar íløgur í markamótsbrótandi menningarvirksemi.

Nýskapanin verður býtt upp í trý nýskapanarstig, í sokallaðu "nýskapanaraldunum" Fyrsta aldan umboðar nýggj tøknilig ella vísindalig frambrot, ið eru neyðug fyri at menna nýggja tøkni, tilfar o.s.fr. Næsta aldan snýr seg um at brúka kenda tøkni á nýggjan hátt, eisini kalla brúkaradrivin nýskapan, meðan triðja aldan gera tað sama, sum aðrar fyritøkur annars gera. Danskur viðmerkjari hevur sagt, at donsk nýskapan fyri tað mesta liggur í aðru alduni, meðan stór lond sum Asia, Týskland, USA eins og fyritøkur í Finnlandi, dríva fyrstu alduna (Herløv 2005: "Debatten regeringens satsning på naturvidenskabelig forskning"). Hóast 16 mia er settar av til hátøkniliga gransking í "Højteknologifonden" í Danmark, verður spurningur her settur við, um Danmark hevur nakran møguleika til at fylgja stóru londunum í fyrstu alduni. Helst er tað soleiðis, at meginparturin av føroyskari nýskapan liggur í triðju alduni. Hetta merkir, at føroyskar fyritøkur leggja seg eftir at menna seg, soleiðis sum aðrar norðurlendskar fyritøkur hava gjørt, ella at føroyskar fyritøkur hyggja at øðrum føroyskum fyritøkum og "herma".

Ilt er at meta um, um fyritøkur eiga at leggja seg eftir sokallaðu "fyrstu-", "næstu-", ella kanska "triðju nýskapanaralduni" og hvat er best í føroyskum samanhangi, mugu einstøku føroysku fyritøkurnar sjálvar meta um. Tað eru grundleggjandi viðurskifti í gerandisdegnum, ið fyritøkur mugu meta út frá. Tey mugu síggja ein tørv á nýskapan, eins og fyritøkan má hava fíggjarligar fortreytir og førleikar til nýskapan. Um føroyskar fyritøkur velja at leggja seg eftir at bróta mørk, og tað eydnast teimum, so er tað sjálvsagt bert av tí góða.