Nýskapandi vinnugreinar og samanhangir

Nýskapandi vinnugreinar og samanhangir

Í hagtølini um nýskapan verður ljós varpa á ymisk viðurskifti innan nýskapan og hugt verður at:

  • úrslitum innan tøkniliga produkt- og tilgongdarnýskapan (PT-nýskapan), umframt hvussu fyritøkur formliga verja nýskapanir við eitt nú patentum og vørumerkjum
  • innsatsinum til frama fyri PT-nýskapan, tað er útreiðslur til menning av slíkum nýskapanum
  • sjálvari menningartilgongdini, tað er samstarv í menningini, kunningarkeldur, stuðul umframt forðingar.
  • úrslit innan aðra "ikki tøkniliga" nýskapan, tað er nýskapan í virkisbygnaði og marknaðarføring.

Sum mynd 1 omanfyri bendir á er væntandi, at ávísir samanhangir eru millum hesi viðurskifti. Hagtølini eru tó ikki gjørd til at avdúka slíkar samanhangir, men gott er at hava hetta í huga, tá hagtølini verða tulkaði.

Eitt høgt nýskapanarstig vildi bent á at:

  1. Vinnan er virkin við at menna nýskapanir, og at nýskapanarinnsatsurin er munandi. Um vinnan er nýskapanarvirkin er tað sannlíkt, at hon eisini verður PT nýskapandi í framtíðini. Um hesin innsatsur í lutfallsliga stóran mun er G&M drivin, so er møguligt, at nýskapanarúrslit í framtíðini koma at hava eitt stórt nýggjheitsvirði og í stóran mun eru vard fyri framtíðina. Um hesin innsatsur hinvegin er nógv drivin av meira "vanligum" menningarvirksemi, so verður helst talan um nýskapan av lágum "nýggjheitsvirði" í framtíðini.
  2. Vinnan hevur góða atgongd til nýskapanarkeldur t.e. førleikar antin innanhýsis, við samstarvið ella keyptir førleikar. Samstundis eru ikki forðingar, so sum væntandi tørvur á nýskapan.
  3. Vinnan hevur eisini nakað væl av aðrari nýskapan eitt nú í virkisbygnaði og marknaðarføring. Virkisbygnaðurin er grundleggjandi karmurin, eins og tørvur er á marknaðarføring, tá nýggj ella munandi betri produkt skulu innførast á marknaðin.

Mynstrið í t.d. Danmark er væl í samsvari við hetta. Men úrslitini frá føroysku vinnuni vísa sum heild, at føroyska mynstrið ikki heilt er í tráð við omanfyri nevnda.

Úrslit

PT nýskapan

Sambært hagtølunum eru fíggjarvinna og vitanartænasta mest nýskapandi. Heili 82% av fyritøkunum í fíggjarvinnuni vóru PT nýskapandi, meðan 58% av fyritøkunum í vitanartænastu og 55% av fyritøkunum í framleiðsluvinnuni vóru PT nýskapandi. Í hinum endanum komu fiskivinna við 36% av fyritøkunum og í handilsvinnu vóru 34% PT nýskaparar. Býtið millum produkt og tilgongdir er nokk so javnt, tó at munandi meira produktfokus er í fíggjarvinnu og vitanartænastu, meðan fiskivinnan nýskapar lutfallsliga nógv meira av sínum tilgongdum.

Mynd 2: PT nýskapandi fyritøkur skiftar á vinnugrein, árini 2002-04, í % av øllum spurdum fyritøkum

Umsetningin

Hjá vitanartænastuni, aðrari vinnu og framleiðslu sæst nýskapanina best aftur á umsetningin. Sæð í mun til "nýggjheitsvirðið" er tað vitanartænasta, sum umsetur størsta partin av marknaðarnýggjum produktum, men her liggur fíggjarvinna eisini frammalaga. Handilsvinna merkir nýskapanina minst á umsetninginum.

Mynd 3: Umsetningur frá nýskaptum produktum skiftur á vinnugrein, í % av umsetningi ár 2004

Aðrar ávirkanir av produktnýskapan, so sum betri dygd og størri úrval, merkist best hjá Fíggjarvinnuni, meðan fiskivinna og onnur vinna merkja minst til hetta.

Mynd 4: Ávirkan av produkt nýskapan, sum hava stóran týdning, skift á vinnugrein, árini 2002-04

Ávirkanir

Fíggjarvinnan merkir eisini best til ávirkanir av nýskaptum tilgongdum, so sum smidligari framleiðslu og størri framleiðslumegi, men eisini fiskivinnan merkir væl til betringar av betraðum tilgongdum. Hetta samsvarar væl við, at fiskivinnan í væl størsta mun hevur nýskapað tilgongdir. Handilsvinnan merkti minst til slíkar fyrimunir.

Mynd 5: Ávirkan av tilgongdar nýskapan, sum hava stóran týdning, skift á vinnugrein, árini 2002-04

Verja nýskapanir

Hóast ógvuliga avmarka, gjørdi vitanartænasta mest burturúr at verja nýskapanir. Einstakar fyritøkur innan framleiðslu og aðra vinnu skrásettu vørumerki, meðan verja ikki varð brúkt í hinum vinnugreinunum. Hetta er kanska óvænta, serliga tá hugsa verður um høga nýskapanarstigið innan fíggjarvinnuna.

Mynd 6: Fyritøkur, ið verja nýskapanir, skiftar á vinnugrein árini 2002-04, í % av nýskapandi fyritøkum

Innsatsur

Í tráð við høga nýskapanarstigið eru lutfallsliga flestar fyritøkur í fíggjarvinnuni, heili 82 %, ið høvdu útreiðslur til nýskapan í 2004. Síðani fylgur vitanartænasta við 44% og framleiðsla við 41%, meðan fægstar nýskapanarvirknar fyritøkur vóru í handilsvinnuni.

Mynd 7: Fyritøkur við útreiðslum til nýskapan, skiftar á vinnugrein ár 2004