Vinnan er nýskapandi

Vinnan er nýskapandi

Sambært flestu av úrslitunum í hagtølunum, er vinnan sum heild og í breiðari merking "nýskapandi". Í beinleiðis sammeting við onnur ES og Norðurlond í fremstu røð, og er hetta helst óvæntað. Lutfalsliga nógvar av spurdu fyritøkunum, gott 50 %, eru nýskapandi, harav 47% produkt og tilgongdar nýskapandi (PT-nýskapandi).

Mynd 1: Nýskapanarstigið í øðrum londum (CIS3 vinnugreinar einans) árini 2002-2004

Viðmerking til mynd: Nýskapanarstigið her er hægri enn 47%. Hetta er orsakað av, at fleiri vinnugreinar ikki eru við í samanberingargrundarlagnum

Meginreglan tykist at vera, bæði í Føroyum og øðrum londum, at nýskapandi fyritøkur eru nýskapandi á fleiri økjum. Meðinparturin av PT nýskaparum hava nýskapað bæði produkt og tilgongdir (28%), meðan færri einans hava nýskapað annahvørt produkt (8%) ella tilgongdir (10%), og enn færri einans hava menningarvirksemi (3,5%).

Mynd 2: Fyritøkur við og uttan tøkniliga nýskapan, árini 2002-04

Samstundis hevur meginparturin av produktnýskaparunum bæði nýskapað vørur og tænastur (41%) meðan 35% einans eru vørunýskaparar og 23% einans tænastunýskaparar.

Mynd 3: Fyritøkur, ið hava ment vørur, tænastur ella bæði: Føroyar og Danmark árini 2002-04

Tilgongdarnýskaparar hava í størstan mun ment sína framleiðslu, síðani er orkan løgd í stuðulsskipanir, so sum umsiting, meðan teir í minstan mun hava lagt seg eftir útbreiðsluni. Í Danmark eru stuðulsskipanir mest vanliga tilgongdarnýskapanin.

Mynd 4: Fyritøkur skiftar á slag av tilgongd: Føroyar og Danmark árini 2002-04

Nýskapan skapar jaliga ávirkan

Sum heild tykist nýskapan at hava jaliga ávirkan á úrslitini hjá PT nýskaparum, bæði í Føroyum og í øðrum londum. Høvuðsendamálið við produktnýskapan er at betra um umsetningin, við millum annað at betra um dygdina á produktum, at økja um úrvalið o.s.fr. Høvuðsendamálið við tilgongdarnýskapan er hinvegin at gera framleiðslu, veiting og rakstur betri og bíligari. Samanumtikið er endamálið við PT nýskapan betri rakstrarúrslit.

Hjá produktnýskaparum umboðaðu nýskapt produkt gott 20% av umsetninginum í 2004, restin var óbroytt framleiðsla. Av hesum eru knapt helvtin produkt, ið eru nýggj á marknaðinum hjá fyritøkunum, t.e. produkt við høgum "nýggjheitsvirði". Støðan er ógvuliga lík teirri í Danmark, meðan samanbering við onnur ES lond vísir, at Føroyar liggja nakað miðskeiðis. Umsetningurin frá marknaðarnýggjum produktum er lutfalsliga stórur, meðan Føroyar liggja nakað aftarlaga tá talan er um umsetning frá nýskaptum produktum sum heild. Samanumtikið er vinnan nýskapandi, hóast hetta ikki merkir "nýskapandi" í sama mun sum onnur ES lond.

Mynd 5: Umsetningur frá nýskaptum produktum í øðrum londum, í % av umsetningi 2004 (einans CIS 3 vinnugreinar

Betri dygd á produktum var tann mest ítøkiliga ávirkanin av nýskapanini, avloyst av betri dygd á produktum, og síðani størri produktúrval, meðan minsta ávirkanin stóðst av betraðari marknaðarstøðu. Dygd er eisini mest merkt í Danmark og ES, tó ikki í sama mun. Sum heild tykjast føroysku fyritøkurnar at merkja slíkar ávirkanir betri enn tær donsku.

Mynd 6: Ávirkan av produkt nýskapan, sum hava týdning árini 2002-04

Stórstu ávirkanirnar av tilgongdarnýskapan vóru, at framleiðslan gjørdist smidligari og at framleiðslumegin øktist. Hinvegin høvdu lægri lønarkostnaðir og lægri nýtsla av tilfari í framleiðslu og rakstri nakað minni ávirkan. Í Danmark vóru ávirkanirnar merktar í somu raðfylgju, men munurin var, í samsvari við slag av tilgongdum, minni. Samanumtikið eru ávirkanirnar merktar í sama mun, møguliga eitt sindur betri í Danmark

Mynd 7: Ávirkan av tilgongdar nýskapanum, sum hava stóran týdning: Føroyar og Danmark árini 2002-04

Føroyska vinnan ger sera lítið burturúr at verja nýskapanir. 4% av nýskapandi fyritøkunum gjørdu krav upp á upphavsrætt, 3% skrásettu eitt vørumerki og 3% søktu um patent. Ongar fyritøkur skrásettu ídnaðarlig snið. Í Danmark søktu t.d. 15% av fyritøkunum um patent. Hetta bendir á, at nýggjheitsvirði av nýskapanum, ella altjóða marknaðarpotentialið av fyritøkunum hevur verið uppfatað sum avmarkað.

Mynd 8: Fyritøkur, ið verja nýskapanir sínar, árini 2002-04, í % av nýskapandi fyritøkum

Fyritøkurnar ikki líka grammar at nýskapa virkisbygnaðin

Væntandi er ávíst samband millum PT nýskapan og aðra nýskapan. Høga føroyska PT nýskaparstigið skuldi bent á, at vinnan eisini umboðar eitt høgt stig av aðrari nýskapan.

Staðfestast má tó, at fyritøkur ikki eru eins dúgligar at nýskapa virkisbygnaðin, sum tær eru at nýskapa produkt og tilgongdir. Í Føroyum mettu 28% av fyritøkunum, at tær høvdu nýskapan í virkisbygnaði, sammett við 58% í Danmark. Sostatt hevur danska vinnan lutfalsliga meira aðra nýskapan enn PT nýskapan, meðan føroyska støðan er øvug.

Mest vanlig er nýskapan í arbeiðsskipan, ið 16% av fyritøkunum hava, síðani kemur vitanarstýring við 13%, meðan nýskapan í uttanhýsis sambondum er minst vanlig við 10%. Í Danmark er nýskapan í vitanarstýring mest vanlig.

Mynd 9: Fyrtøkur skiftar á slag av nýskapan í virkisbygnaði: Føroyar og Danmark árini 2002-04, í % av øllum fyritøkum

Tað tykist tó sum, at føroyska nýskapanir eru effektivari, tí her merkist meiri til ávirkanir av nýskapan í virkisbygnaði, enn í Danmark. Mest merkist ávirkanin á betri dygd á produktum, heili 42%, síðani betri starvsfólkanøgdsemi við 28%, fylgd av skjótari svaraðum fyrispurningum við 25% og harnæst framleiðslukostnaðir við 20%. Í Danmark er svartíð eins væl merkt ávirkan og betri dygd.

Mynd: 10: Ávirkan av nýskapan í virkisbygnaði, sum hava stóran týdning, árini 2002-04

Líka nógvar føroyskar fyritøkur høvdu nýskapan í marknaðarføring. Í Føroyum var talan um 21% av fyritøkunum, í Danmark 20%.