Vinnan ikki eins virkin og úrslitini benda á

Vinnan ikki eins virkin og úrslitini benda á

Sum heild kann staðfestast, at vinnan var nýskapanarvirkin í 2004, men ikki eins virkin og úrslitini benda á. Tað eru nakað færri fyritøkur, ið hava nýskapanarútreiðslur til ein ella fleiri av fýra høvuðsaktivitetum enn tað eru fyritøkur við PT nýskapanarúrslitum. Talan er um samanlagt 36%. Hetta er eisini lutfalsliga færri fyritøkur enn í Danmark, har talan var um 39%. 

Mynd 1: Fyritøkur við útreiðslum til nýskapan ár 2004

Um øll virksemissløgini verða roknað við, er talan um 41% av fyritøkunum. So innsatsurin avspeglar ikki heilt úrslitini. Í báðum londum hava flestar fyritøkur útreiðslur til keyp av kapitalapparati, eins og lutfallið annars av fyritøkum við útreiðslum til ymsu aktivitetirnar er líkt.

Mynd 2: Fyritøkur við útreiðslum til nýskapan skiftar á virksemi: Føroyar og Danmark ár 2004

Mest vanliga útreiðslan er keyp av kapitalapparati

Meginparturin av útreiðslunum, heili 210 mio. kr. ella 71 %, fer til keyp av kapitalapparati, eitt nú maskinur, útgerð, ritbúnað o.s.fr. Restin, 13 %, fer til keyp av serkunnleika. Til egna G&M fara 10% og til 6 % fara til at keypta G&M. Útreiðslurnar eru savnaðar í fáar vinnugreinar og fyritøkur. Í samlaðum útreiðslum til ymsu sløgini av virksemi, er mynstrið ikki tað sama í báðum londum. Tí í Danmark fer meginparturin av útreiðslunum, heili 61 %, til egna G&M og lutfalsliga meira, 14 %, til at keypta G&M eisini. Hinvegin umboðar kapitalapparatið einans 19% av donsku nýskapanarútreiðslunum. Hetta bendir á ein ávísan mun á nýskapanarinnihaldinum í Danmark og Føroyum. Tað tykist, at føroyska nýskapanin í størri mun gagnnýtir grundleggjandi menning, ið er framd aðrastaðni, enn í fyritøkunum sjálvum. Sostatt er nýskapanin helst meira sermerkt av dagføringum/moderniseringum og fyrimunum, ið eru innbygd í kapitalapparat av øðrum fyritøkum, meðan nýskapanin í Danmark er meira drivin av G&M

Mynd 3: Útreiðslur til nýskapan skiftar eftir virksemi ár 2004

Nýskapanarintensiteturin hjá fyritøkum við nýskapanarútreiðslum, er á sama stigi, sum í Danmark. Hesin umboðar lutfallið millum útreiðslur til nýskapan og samlaða umsetningin hjá nýskapandi fyritøkum. Intensiteturin er 3,9%.

Høga nýskapanarstig bendur á, at vinnan er virkin við at menna nýskapanir og at nýskapanarinnsatsurin er munadyggur.