Vinnuliga skipanin tykist virka væl í sær sjálvari

Vinnuliga skipanin tykist virka væl í sær sjálvari

Sum heild vísir seg nógv samstarv um menningina av PT nýskapanum. Meginreglan er annars, at fyritøkur, í tann mun tað er gjørligt, leggja seg eftir at varðveita og menna vitan og førleikar innanhýsis, fyri at varðveita kappingarfyrimunir. Hetta er serliga galdandi viðvíkjandi menning av nýskapaðum produktum og er kent bæði úr Danmark og ES. Í Føroyum er hinvegin nógv samstarv, og eisini verður ein lutfalsliga stórur partur av menningini latin út til aðrar fyritøkur ella stovnar. Meginparturin ella heili 45 % av fyritøkunum, sum mentu produktnýskapanina, vóru í samstarvi við onnur, meðan 15% lótu onnur menna. 40% av produktnýskaparum mentu produktini sjálvir.

Mynd 1: Menning av produkt nýskapan: Føroyar og ES (CIS 3 vinnugreinar einans) árini 2002-04

Viðmerking til mynd: Úrslitini í myndini eru eitt sindur øðrvísi og er tað orsakað av at fleiri vinnugreinar ikki eru við í samanberingargrundarlagnum

Í tilgongdarnýskapan er mynstrið líkt, men munurin er, at eitt sindur færri, 42%, mentu í samstarvi og eitt sindur fleiri, 20%, lótu onnur menna. Hetta bendir á, at ein rímiligur opinleiki er rundanum føroyskar PT nýskapanir, eins og nýggjheitsvirði er avmarkað.

Mynd 2: Menning av tilgongdar nýskapanum: Føroyar og ES(CIS3 vinnugreinar einsans) árini 2002-04

Viðmerking til mynd: Úrslitini í myndini eru eitt sindur øðrvísi, og tað er orsakað av, at fleiri vinnugreinar ikki eru við í samanberingargrundarlagnum

Veikleikar í markamótinum við almennar skipanir

Markamótið við almennu skipanina sum heild sýnist ikki at virka væl. Lítið nýskapanarsamstarv er við almennar stovnar, og almennar kunningarkeldur eru lítið brúktar. Ymsar orsøkir kunnu vera til hetta, eitt nú:

  • vinnan hevur ikki stóran tørv á G&M í nýskapanarvirkseminum
  • tað almenna hevur lítið av viðkomandi tilfeingi at bjóða
  • markamótið virkar ov illa

Privatir veitarar og kappingarneytar, ið eru 40% av fyritøkunum, er mest vanligi samstarvsfelagin, meðan almennir stovnar, við 11%, eru minst nýttir. Í Danmark eru almennir stovnar nýttir í størri mun, meðan góðkendar kanningarstovur eru minst nýttar. Føroyskar fyritøkur finna eisini samstarvsfelagar uttanfyri landoddarnar, hóast meginparturin, heili 40 % av fyritøkunum, eru í Føroyum. Høvuðsmunurin millum Føroyar og Danmark er, at danskar fyritøkur hava fleiri samstarvsfelagar uttanfyri Evropa og í USA.

Mynd 3: Slag av samstarvsfeløgum skift á vinnugrein: Føroyar og Danmark árini 2002-04, í % av nýskapandi fyritøkum

Fáar fyritøkur hava keypt G&M og serkunnleika

Í samsvari við høga samstarvsstigið sæst, at nógvir nýskaparar hava keypt vitan í sambandi við nýskapanararbeiði. Hjá meginpartinum av fyritøkunum, heili 54%, kemur henda vitan tó í "óbeinleiðis" formi, sum keypt kapitalapparat við innbygdari vitan. Væl færri ella 22 % hava keypt serkunnleika og bert 14% G&M. Hetta er møguliga høvuðsorsøkin til, avmarkaðu "interaktiónina" við almenna vitan í sambandi við nýskapan. Í Danmark hava lutfalsliga fleiri fyritøkur keypt vitan "beinleiðis", t.e. serkunnleika og G&M.

Tað almenna hevur eisini avmarkaðan leiklut sum kunningarkelda. Gott helvtin av fyritøkunum mettu, at týdningamesta kunningarkelda, ið fyritøkur nýttu, annaðhvørt sum íblástur til nýskapan, ella stuðul í nýskapanararbeiðinum, er innanhýsis keldur. Almennar keldur høvdu, við 2%, minsta týdning, meðan ávikavist 43% og 30% av fyritøkunum mettu, at kundar og aðrar marknaðarkeldur vóru týdningamiklar

Mynd 4: Fyritøkur har kunningarkeldur høvdu stóran týdning: Føroyar og Danmark árini 2002-04, í % av nýskapandi fyritøkum

Heilt fáir nýskaparar, bert 9%, fingu almennan stuðul til nýskapan sammett við 13% í Danmark. Høvuðsorsøkin til munin er, at fleiri danskar fyritøkur ella 5% fingu ES stuðul, og 2% kommunalan stuðul.

Mynd 5: Fyritøkur, sum fingu almennen stuðul: Føroyar og Danmark árini 2002-05, í % av nýskapandi fyritøkum

Vantandi tørvur týdningamikil forðing fyri nýskapan
 
Marknaðartørvurin á nýskapan tykist at verða ein rættiliga týdningamikil forðing ella vantandi drívmegi fyri nýskapan. Hetta kann partvís koma av vantandi kapping á heimamarknaðinum, men eisini av vinnubygnaðinum. Mest nýskapandi vinnugreinarnar eru ein avmarkaður partur av samlaðu vinnuni
 
Føroyskar fyritøkur merkja sum heild meira til forðingar enn tær donsku fyritøkurnar. Í báðum londum eru fíggjarligir faktorar størsta forðing, og tað er í føroyskum samanhangi talan um 29% av fyritøkunum. Næst størsta forðing er vantandi tørvur á nýskapan, samanlagt 20%, og um fiskivinnan er tikin frá, er talið 17%. Í Danmark er henda forðing annars tann minsta.
 
Mynd 6: Fyritøkur, sum mettu forðingar hava stóran týdning: Føroyar og Danmark árini 2002-04, í % av øllum spurdum fyritøkum
 
Staðfestast kann eisini, at munur er á, hvussu fyritøkurnar merkja forðingar. Nýskapandi fyritøkur merkja lutfalsliga meira til fíggjarligar forðingar, meðan fyritøkur, sum ikki eru nýskapandi, meta, at vantandi tørvur er høvuðsforðing. Hetta mynstrið er serliga sjónligt í Føroyum.

Mynd 7: Fyritøkur, sum mettu forðingar hava stóran týdning, skift á slag og nýskapanarvirksemi: Føroyar og Danmark árini 2002-04

Høga nýskapanarstigið og hóskandi innsatsurin benda á, at vinnan hevur atgongd til neyðugar keldur og tilfeingi at gagnnýta í nýskapanararbeiðinum, So samanumtikið tykjast partar av nationalu nýskapanarskipanini at virka væl, hóast veikleikar og forðingar eru.