Tað almenna - almenn fyristing og tænasta

Tað almenna er almennir myndugleikar og fyrisitingar- og tænastustovnar. Tað almenna fevnir um fýra undirgeirar: Heimastýrisfyrisitingina, kommunurnar, ríkisfyrisitingina og sosialar grunnar. Tænasturnar, sum tað almenna veitir, eru m.a. undirvísingar- heilsu-, almannatænastur, í høvuðsheitum fíggjaðar av skatta- og avgjaldsinntøkum.
Uppgerðin av fíggjarviðurskiftunum hjá tí almenna er grundað á almennar roknskapir, men víkir í ávísum førum frá hesum roknskapum. Eitt nú verður virksemi hjá almennum stovnum, sum í stóran mun verða fíggjaðir av brúkaragjøldum og sølu, ikki roknaðir sum partur av almennari fyrisiting og tænastu, hóast teir liggja í almennum roknskapum. Dømi um slíkar stovnar eru Rúsdrekkasølan, Apotekið. Hesar verða, eins og almenn partafeløg, gjørdir upp saman við vinnufyritøkum.

  • Almennu útreiðslurnar vóru 7.738 miljónir í 2013. Av hesum fóru sløk 67 % til almanna-, heilsu- og undirvísingarmál, og sløk 12 % til vinnumál.
  • Inntøkurnar hjá tí almenna vóru 7.371 miljónir í 2013. 82 % stavaðu frá skatti, avgjøldum og sosialum tryggingargjøldum, meðan 12 % komu úr danska ríkiskassanum.