Uttanlandshandil

Vøruhandil um landamark

Í hagtølum kalla vit inn- og útflutning av vørum fyri uttanlandshandil. Handil er eisini við tænastum um landamark, tænastuhandilin verður uppgjørdur í gjaldsjavnanum og vanliga ikki í hagtølum um uttanlandshandil.
Innflutningurin umfatar allar tær vørur okkum tørvar, meðan útflutningurin umfatar tær vørur, sum vit eru dugnalig til at framleiða. Innflutningurin er í so máta endamálið við uttanlandshandlinum, meðan útflutningurin er tað, vit lata afturfyri, fyri at fáa ráð til innflutning.

Innflutningurin

Í einum so lítlum landi sum Føroyum, er tørvurin á innflutningi stórur. Vit hava ikki støddina og orkuna at framleiða tað breiða vøruúrval, ið okkum tørvar til at skapa neyðuga trivnaðin í tilveruni.

So at siga allar vørur, sum okkum nýtist til at seta búgv við og til dagliga nýtslu hjá húsarhaldinum, koma úr útlondum. Somuleiðis koma flestallar vørur til vinnuligt virksemi úr útlondum, tí vit hava so at siga bara fiskin, eitt lítið sindur av landbúnaðarvørum og nakað av orkukeldum til egna nýtslu. Restin av vørunum koma uttaneftir.

Útflutningurin

At vit kunnu hava so høgt livistøði í Føroyum, við einum vøruúrvali átøkt tí í ríku grannalondunum, ber bara til, tí at vit afturímóti eru før fyri at útflyta fyri stór virði av fiskavørum.

Samfelagsbúskaparliga ber til at siga, at fyri alt hetta stóra vøruframboðið, er goldið við fiski. Føroyar hava spesialiserað seg til at framleiða fiskavørur, sum onnur lond vilja gjalda so nógv fyri, at vit afturímóti kunnu innflyta vørur, sum hóska til okkara høga livistøði.

Handilsjavnin

Handilsjavnin er úrslitið av endaliga roknskapinum, uttanlandshandlinum viðvíkjandi. Tá árið er runnið, verður handilsjavnin gjørdur upp sum munurin millum inntøkurnar frá útflutningi av vørum og útreiðslunum av innflutningi av vørum.

Síðani 1988 hava verið 10 ár við halli á handilsjavnanum, 16 ár við avlopi og 3 ár, har handilin so at siga hevur javnviga.

Ofta - hóast ikki altíð - er tað so, at tá framgongd er í búskapinum, verður hall á handilsjavnanum, tí innflutningurin til íløgur og nýtslu veksur, meðan tað hinvegin ofta er avlop av handilinum í vánaligum tíðum, tí at keypsorkan er lág og íløguhugurin minni. Minkar útflutningurin av serligum ávum sum fiskaloysi, prísfalli ella tí fiskaalingin fer fyri bakka, kann tað sjálvsagt eisini elva til hall av uttanlandshandlinum.