Handilsjavnin

Handilsjavnin

Handilsjavnin kallast munurin í pengavirði á útflutningi og innflutningi av vørum. At hall er á handilsjavnanum merkir sostatt, at innflutt er fyri meira, enn útflutt er fyri.

Seinastu 3 árini hevur verið avlop á handilsjavnanum. Frammanundan hesum hevði verið hall í 9 av 11 árum. Í 2012 var hallið omanfyri eina milliard kr., og vóru tað serliga innflutningurin av skipum og flogførum, sum vóru orsøk til stóra hallið. Í 2016 er avlopi 1,430 mió. kr, og er sostatt ein broyting hend uppá meir enn 2,5 milliardir kr. uppá fýra ár. Innflutningurin er minkaður 100 mió hesi árini, meðan útflutningurin er vaksin meir enn 2,5 mia.

Hyggja vit aftur til 1988, hevur oftari verði avlop enn hall í handlinum við umheimin. Síðan 1988 hevur samhandilin við umheimin givið avlop tey 16 árini, hall í 10 ár og trý ár so at siga í javnvág.

Handilsjavnin er kortini ikki skikkaður eins og ein privatur handilsroknskapur, har tað er avgerandi at hava avlop á handlinum við onnur. Lond kunnu saktans hava hall í samhandlinum við umheimin í nógv ár, uttan at talan er um húsagang ella vanda fyri húsagangi. Tá stórar íløgur verða framdar í búskapinum, ber til at hava hall í fleiri ár, uttan at nakar vandi er á ferð, tí íløgurnar verða virðisskapandi sum frá líður.

Hinvegin ber til at hava avlop á samhandlinum við umheimin, uttan at tað er tekin um vaksandi búskap. Eitt nú høvdu Føroyar avlop av uttanlandshandlinum øll kreppuárini í nítiárunum, bæði tí at fáar íløgur vórðu framdar og tí at keypsorkan millum borgararnar var so lítil til at keypa útlendskar vørur fyri.

Tey árini, Føroyar hava havt hall av uttanlandshandlinum, eru ofta keyptar stórar íløguvørur. Antin stór og dýr skip og flogfør ella tilfar til stórar byggiverkætlanir.

Handilsjavnin er bara ein partur av samanløgdu viðskiftum okkara við umheimin, men nógv tann størsti einstaki parturin. Samanløgdu viðskifti okkara við umheimin síggjast í gjaldsjavnanum, sum umframt handilsjavnan eisini umfatar tænastuhandilin við onnur lond, lønarinntøkur og lønarútreiðslur millum Føroyar og umheimin, rentugjaldingar og beinleiðis pengaflytingar, har danska ríkisveitingin er størsti parturin.