Innflutningur

Innflutningur

Tær flestu vørurnar, sum verða brúktar í vinnu og húsarhaldi, verða innfluttar úr øðrum londum, og tí vísa hagtølini um innflutning rættiliga væl tað vørukeypið, sum fer fram í Føroyum.

Á myndini sæst innflutningurin samanlagt og uttan skip og flogfør, tí hesin parturin av innflutninginum er meira ójavnur og eisini serstakur á tann hátt, at talan er ofta um stór og dýr innkeyp, sum telja nógv í samanlagda innflutninginum.

Innflutningurin minkaði munandi frá 1988 fram til 1993, men vaks so í stórum fram til 2000, tá steðgur kom í aftur. Meðan innflutningurin av skipum og flogførum hevur verið rættiliga stórur seinastu árini, var hann so at siga eingin í 1990'unum, meðan kreppa var og eisini nakað eftir tað.

Vert er at leggja til merkis, at verða skip og flogfør roknað frá, so er jøvn minking í innflutninginum frá 2001 og fram til 2004, ein lítil vøkstur í 2005 og so eitt rættuligt skarvslop í innflutningi serliga í 2006-07. Í 2008 rakar fíggjarkreppan, og innflutningurin minkar heilt nógv, men í 2010 er minkingin steðgað, og innflutningurin er aftur farin at vaksa.

Á næstu myndini er innflutningurin býttur í bólkar. Innflutningurin til vinnuliga nýtslu veksur javnt og nógv frá 1993 fram til 2001, og sveiggjar síðani nógv, við stórari minking til 2005, síðan stórum vøkstri eini trý ár og so aftur minking undir fíggjarkreppuni. Seinastu fýra árini er innflutningurin til vinnuliga nýtslu nakað av tí, sum dregur samlaða innflutningin uppeftir.

Tað, vit brúka uppá brennievni, hevur eisini sveiggjað nógv seinastu árini, og eru tað sveiggini í oljuprísinum, sum her gera seg galdandi.

Innflutningur til húsarhaldsnýtslu minkaði undir kreppuni í níti-árunum, helst bæði tí at fólkatalið minkaði munandi og tí, at tey, sum eftir vóru, innfluttu minni og ódýrari vørur. Síðani 1993 hevur javnur vøkstur verið í innflutningum til húsarhaldsnýtslu, sum vardi heilt fram til 2002. Eftir at hann broyttist lítið næstu trý árini, er eitt ordiligt lop í innflutningurin í 2006 og 2007. Í kjalarvørrinum av fíggjarkreppuni minkaði innflutningurin aftur nógv, men tað sær út til, at innflutningurin til húsarhaldsnýtslu hevur nátt botnin í 2010 og síðan hevur verði ein lítil vøkstur á hvørjum ári. Innflutningurin til húsarhaldsnýtslu í 2016 er nú oman fyri tað  hann var í 2007.