Samhandilslond

Samhandilslond

Bæði í útflutningi og innflutningi er mesti samhandilin hjá Føroyum við lond í Europa, og av teimum telja Norðurlond nógv. Í 2016 vóru 34% av samhandlinum við Norðurlond og 47% við hini londini í Europa, har vit rokna Russland sum part av Europa. Sostatt vóru 82% av samhandlinum við Europa. Knappliga 8% vóru við Amerika, 9% við Asia og 1% við Afrika. Hetta er alt talt í virði.

Myndin vísir tey 10 londini, sum vit høvdu mestan handil við í 2016, tá bæði inn- og útflutningur verða lagdir saman. Síðsti stabbin vísir samhandilin við restina av heimsins londum. Nevnast kann í hesum sambandi, at vit innflyta frá umleið 190 londum, meðan vit útflyta til eini 60 lond.


Danmark var størsta samhandilslandið í 2016. Vit innfluttu haðani fyri 2,5 milliardir kr., og er tað 37% av øllum innflutninginum. Hinvegin útfluttu vit bara fyri góðar 600 milliónir til Danmarkar, sum er umleið 8% av útflutninginum.

Vit útflyta mest til Russland, í 2016 útfluttu vit fyri 1,9 mia. kr. sum svarar til ein fjórðing av samlaða útflutninginum. Innflutningurin er mestsum ongin, men av tí at útflutningurin er so stórur er Russland næststórsta samhandilslandi.

Týskland var tri størsta samhandilslandið í 2016. Umleið 13% av innflutninginum og 7% av útflutninginum komu úr og fóru til Týskland.

Noreg er tað landið, vit hava fjórða mestan samhandil við, og er tað ikki av útflutningi men av tí, at vit innflyta 9% av vørunum úr Noregi. Harvið er Noregi næststørsta innflutningsland. Haðani keypa vit nógva olju og fiskafóður. Bert umleið 6% av okkara útflutningi fór til Noregs.

USA og Bretland eru londini vit útflyta næst og trimest til. Uml 11 av útflutninginum fer til hvørt av hesum londum. Einans 1 og 3% av innflutninginum komu haðani.