Útflutningurin

Útflutningurin

Føroyski vøruútflutningurin er fyri alramesta partin fiskur og hevur eisini verið tað í meira enn 100 ár. Í virði telur fiskaútflutningurin eini 90-98% av øllum vøruútflutninginum, so sigast kann, at Føroyar hava spesialiserað seg at framleiða fisk, sum vit frá natúrunnar hond hava góða atgongd til og hava aldargamlan kunnleika til.

Seinastu 20 árini hevur alifiskur verið munandi partur av útflutninginum. Um aldarskiftið var framleiðslan í hæddini, og tá taldi alifiskurin um 25% av fiskaútflutninginum í virði. Síðan varð alivinnan rakt av sjúku, og í 2006 var parturin komin niður á 13%. Nú er alivinnan komin fyri seg aftur, og útflutningsvirðið er væl omanfyri støðið, tá tað var mest um aldarskifti. Eisini eru nøgdirnar væl størri nú enn tá. Seinastu árini hava verið sonn metár, har útflutningurin hevur umboðað meir enn ein triðing og heilt upp ímóti helvtini av útflutningsvirðinum av fiski, og í 2016 varð útflutt fyri 3,7 milliardir krónur sum er 48% av øllum fiskavøruútflutninginum.

Botnfiskasløgini toskur, hýsa og upsi hava stóran týdning í útflutninginum, og hava tey fiskasløgini verði megingrundarlagið undir fiskiskapinum undir Føroyum. Samanlagt hava tey í virði talt um leið 40% av øllum fiskaútflutninginum í nógv ár. Seinastu árini er hetta tó minkað, og í 2016 var virðið av hesum fiskasløgum bert 14%.

Uppisjóvarfiskasløgini sild, svartkjaftur og makrelur hava somuleiðis stóran týdning. Serliga seinastu árini er útflutningurin nógv vaksin av hesum fiskasløgum og frá at hava ligið um 10% av útflutninginum árini 2005 til 2009, vaks hesin partur til 20% í 2016. Tað er 1,6 mia. kr.

Útflutningurin av fiski er vaksin bæði í nøgd og virði síðani 1980, so at nøgdin í fjør var umleið næstan trífalt so stór og virðið meir enn átta fer so stórt sum tá. Men í tveimum umførum eru bæði nøgd og virðið minkað - tað er hent við 10 ára millumbili: fyrru ferð millum 1991 og 1995 og seinnu ferð millum 2001 og 2005.

Fyrru ferð frá 1991 til 1995 minkaði útflutningurin 25% í virði, frá 2,6 milliardum niður á 2 milliardir. Seinnu ferð frá 2001 til 2005 minkaði útflutningurin 20% í virði, frá 4,2 milliardum niður á 3,4 milliardir. Fyrru ferð var minkingin í útflutningi partur av djúpari kreppu, sum rakti allan búskapin við stórum arbeiðsloysi og húsagangi. Seinnu ferð er minkingin hend uttan at onnur krepputekin í stóran mun hava gjørt vart við seg.