Útflutningur og innflutningur dagførd til februar
Útflutningur og innflutningur eru dagførd til og við februar 2018. Útgreinaði hagtøl um útflutningin og innflutningin eru at finna í hagtalsgrunninum.
Útflutningur og innflutningur eru dagførd til og við februar 2018. Útgreinaði hagtøl um útflutningin og innflutningin eru at finna í hagtalsgrunninum.
Fyrsta ársfjórðing í ár vóru brúkaraprísirnir 0,9 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Hetta er nakað minni vøkstur enn fjórða ársfjórðing í fjør, tá árligi prísvøksturin var 1,0 prosent. Mesti prísvøkstur á 3,1% hevur verið í ymiskum vørum og tænastum, har gjøld fyri fíggjartænastur eiga meginpartin av vøkstrinum.
Fólkatalið var 50.750 tann 1. mars. Tað vaks við 760 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum 1. mars 2017 – 1. mars 2018. Tað kemur av eini nettotilflyting á 551 og burðaravlopi á 206. Størsti fólkavøksturin er í Eysturoyar sýslu og Streymoy uttan fyri Tórshavnarøkið. Minking er einans í Sandoyar sýslu.
Tølini fyri lønargjaldingar í mars eru tøk í Hagtalsgrunninum. Talvurnar eru nú víðkaðar við ártíðarjavnaðum tølum, trendi og mánaðarligum broytingum í trendi fyri teir fýra høvuðsvinnugreinabólkarnar.