1,2% arbeiðsleys í mars - minkar framvegis

Arbeiðsloysi var 1,2% í mars í ár. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysi 2,4% Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at arbeiðsloysið hevur verið støðugt minkandi seinastu 8 árini og minkar framvegis. 

(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysi fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa arbeiðsloysisprosentið og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini.

Í mars var var arbeiðsloysið 1,0% hjá monnunum og 1,5% hjá kvinnunum. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysi 2,2% hjá monnum og 2,7% hjá kvinnum. Arbeiðsloysi hevur verið støðugt fallandi bæði hjá monnum og kvinnum seinastu árini og munurin millum kynini er minkaður seinastu trý árini.

Arbeiðsloysið er minkað í øllum økjum í mun til sama mánað í fjør. Lægst arbeiðsloysi er í Eysturoy við 0,6%. Hægst arbeiðsloysi er í Suðuroy við 3,0%, men munurin millum Suðuroynna og hini økini er nú ikki so stórur, sum hann hevur verið.

(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Í mars var minst arbeiðsloysið millum tey sum vóru 45-54 ár við 0,8% og í yngsta aldursbólkinum millum 16-24  við 1,2%. Hægst var arbeiðsloysið hjá teimum millum 25-34 ára gomlu við 1,9%. 

(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Dagførdu arbeiðsloysistølini við fleiri útgreinaðum tølum finnur tú í hagtalsgrunninum býtt á øki, aldur, kyn og tíð í arbeiðsloysi her.

Hví eru arbeiðsloysistølini góðar tveir mánaðir afturút?

Orsøkin til, at arbeiðisloysistølini eru umleið tveir mánaðir afturút, er at fleiri seinkaðar skrásetingar um tey arbeiðsleysu verða gjørdar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað góðar tveir mánaðir, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum møguligt.

Stutt um arbeiðsloysi

Arbeiðsleys eru persónar millum 16-66 ár, sum eru skrásettir sum arbeiðsleysir hjá ALS og Almannaverkinum.

Arbeiðsleys eru eru uttan nakað arbeiði, eru fult tøk fyri arbeiðsmarknaðin og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Tvey mát verða brúkt at gera arbeiðsloysið upp: fulltíðararbeiðsloysi og rakt av arbeiðsloysi:

Rakt av arbeiðsloysi: Tal á persónum, sum hava verið arbeiðsleysir 1 dag ella meira í mánaðinum.

Fulltíðararbeiðsloysi: Av tí at øll ikki eru arbeiðsleys allar dagar í einum mánað, verða øll, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíðararbeiðsleys.

Arbeiðsloysisprosent: Fulltíðararbeiðsloysið í mun til støddina á arbeiðsfjøldini.

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í arbeiðsloysinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í arbeiðsloysinum.